Tað var um 14:40 at boða var frá, at ein stór grind var funnin norðanfyri Slættanestanga, grindin gekk í fleiri bólkum og springarar vóru eisini millum.
Roynt var at fáa springarnar burturúr, og tað gekk eisini, og bleiv ein grind hildin til í Vestmanna. Vit vita ikki hvussu nógvir hval løgdu beinini, men mett verður um at 150 til 200 hval løgdu beinini.
Seinni bleiv aftur boða frá grindaboð. Talan hevur verið um somu grind, sum fyrr um dagin, tá tað bleiv mett at grindin taldi fleiri 100 hval.
Avgjørt var, at grindin skuldi haldast til á Leynum, og hevur grindin gjørt landgongd fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald