Mentan

Grindaskeið í Fuglafirði

Nú verður aftur skipað fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.

2025-10-24 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skeiðið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mánadagin 27. oktober 2025 kl. 19.

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Fyri at fáa eina hylling á, hvussu nógv koma til skeiðið, er niðanfyri eitt leinki at trýsta á til eitt ókeypis atgongumerki.

https://atgongumerki.fo/3508500/godkent-moenustingaraskeid

Sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt, fyri at hava loyvi til at avlíva hval.

Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.

Á grindaskeiði fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.

Fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
Øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið, uttan at hava grindaprógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder