FSF: Týsdagin spældi føroyska kvinnulandsliðið HM undankappingardyst ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Athanasia Moraitou legði Grikkaland á odda í áttinda minutti, men longu ein minutt seinni javnaði Ásla Jóhannesen. 1-1 var eisini støðan, tá farið var til hálvleiks.
Grikkar komu sterkt út aftur til seinna hálvleik og góvu føroysku kvinnunum harða mótstøðu. Hóast okkara kvinnur stríddust hart og vardu væl, so komu tær myrkabláu á odda 1-3 miðskeiðis í seinna halvleiki.
Tá vanliga leiktíðin var farin, fingu Føroyar teirra einasta hornaspark í dystinum. Tórunn Joensen skjýtur bóltin væl inn fyri, og Birita Ryan loypur upp og skallar bóltin inn í netið og minkar um munin til 2-3, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Longu leygardagin skulu føroysku kvinnurnar aftur á vøllin, tá Føroyar taka ímóti Georgia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald