
Barba, sum kappaðist leygardagin, megnaði hendan dagin síni besti úrslit higartil á síni kappingarleið. Hon knógvaði 65 kg í trekk og 81 kg í stoyt. Harvið setti hon eisini trý føroysk met í aldursbólkinum 35-39 ár og vektflokkinum 64 kg. Samlað gav hetta henni 146 kg, sum vóru heili 27 kg meira enn silvurvinnarin. Hon royndi eisini eftir 86 kg í stoyt, sum hevði havt verið danskt met, um hon kláraði tað, men tað gekk akkurát ikki. Barba hevur seinastu árini íðkað nógva rørslumegi (Crossfit), men hevur so líðandi flutt seg meira og meira yvir til olympiska vektlyfting. Hon er íðkari í Styrkifelagnum Stoyt.
Niels Juel, grand old man í føroyskari vektlyfting, bleiv sunnudagin aftur danskur meistari í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum >109 kg við 76 kg í trekk og 108 kg í stoyt, íalt 184 kg. Hann royndi seg við 86 kg í trekk og 118 kg í stoyt, og var tað ikki fyri ein vøddaskaða, ið fór avstað við fýra vikurs venjing, hevði tað helst blivið til persónlig, føroysk og donsk met. Niels Juel eigur annars sjálvur núverandi met. Hann byrjaði at íðka vektlyfting í 1980 í Bragdinum í Havnar Róðrarfelag í Álakeri, og var tá virkin í sjey ár. Seinastu sjey árini hevur hann verið virkin innan masters, og hann venur í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri.
Føroysku vektlyftararnir, sum umboðaðu AK Atlas Slagelse, eru væl nøgd við DM-kappingina og gleða seg til í mai mánað, tá ið kapping verður í EM-masters í Albania. Ein risastór kapping við áleið 500 luttakarum, sum koyrir yvir tíggju dagar. Niels Juel, sum í løtuni er EM-silvur- og HM-bronsuvinnari, ætlar sær enn eina ferð at fara eftir EM-gullinum. Hetta er fyrsta altjóða kapping hjá Barbu, og hon væntar harða kapping um heiðursmerkini.
Sum nakað heilt serligt fara føroysku íðkararnir í altjóða masters-kappingunum nú fyri fyrstu ferð at umboða Føroyar og Merkið. Kappingarbúnin verður tí føroyskur, og verður talan um gull-heiðursmerki, fer Tú alfagra land mítt at ljóma úr albansku háttalarunum.
Lyftini frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast her: Youtube
Úrslit frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast á her: urslit.fss.fo (Føroysku úrslit) ella vlstat.dk (Samlaðu úrslit)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald