Tá eg byrjaði í politikki í 1998 vaks blokkurin á hvørjum ári, men tá vit í fullveldissamgonguni skerdu blokkin við knøppum 400 milliónum árliga, fastfrystu vit hann eisini, og hann gavst at vaksa. Høvdu vit ikki gjørt tað, so var blokkurin uml. 1,7 milliard hvørt ár.
Tað er tó tíverri ikki langt síðani, at somu samgonguflokkar, sum nú sita, fóru biddaragongd niður á Christiansborg og bóðu um at hækka blokkin við meira enn 200 mió, men tað er ein onnur søga… Undir seinastu samgongu varð hann so fastfrystur aftur.
Nú mugu vit halda fram at loysa okkum úr blokkinum. So at siga allir flokkar siga seg ynskja blokkin burtur – og ongin talar fyri at hækka hann aftur. Og tað er ein stór broyting, sum er farin fram, sum eg ivist í, um vit geva nóg stóran ans. Tí eri eg sannførdur um, at tá ið vit taka við stjórnini aftur, kunnu vit taka tey næstu stóru fetini fram móti einum sjálvberandi búskapi.
Vit eru millum heimsins ríkastu lond. Okkara inntøka fyri hvønn íbúgva, er hægri enn í Danmark. Eg veit, at mong halda, at blokkurin onkusvegna er til fyrimunar fyri vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Men blokkstuðulin hevur altíð verið brúktur til, at tey ríkastu í Føroyum, ikki gjalda sin part til felagsskapin. Og til at forða okkum at gerast sjálvstøðug tjóð. Sum vit síggja nú, elvir blokkstuðulin og okkara vantandi sjálvstøða, til ábyrgdarleysan búskaparpolitikk. Tey, sum hava fingið framíhjárættindi og eiga mest, hava fingið stórar lættar. Meðan tað altíð er tað vanliga fólkið, ið skapar virðini í landinum, sum skal fáa rokningina av blokkstuðulsbúskapinum og ábyrgdarloysinum.
Hetta kunnu vit gera nakað við – og tað ber væl til!
Á myndini niðanfyri er teknað upp gongdin í búskapinum og blokkinum síðstu gott og væl 20 árini
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald