Vága kommuna: Tað er HMP Consult sum hevur projekterað, og Grevstur og Planering v/Eggaba Andreasen átti lægsta boðið at gera arbeiðið.
Arbeiðið umfatar umframt útgrevstur m.a. nýgerð av uml. 120 metrar av vegi og parkeringsplássum, grótlaðing, ger av gøtu, uppsetan av ljósmastrum og asfaltarbeiði v.m.
Tvey av grundstykkjunum eru umbiðin, og ein stendur á bíðilista til grundstykki. Bjarni Prior, borgarstjóri setti seg í maskinuna í morgun og gróv fyrsta flagið av. Alt arbeiðið væntast at taka uml. 7 mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald