
– Men í útgangsstøði koma vit at kenna liðið aftur frá undanfarnu dystunum, og at hetta er góð fyrireiking til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli 2. hvítusunnudag, sigur Eyðun Klakstein millum annað í samrøðuni við FSF Varpið, ið fekk orðið á venjarin beint áðrenn seinasta venjingin skuldi byrja.
Landsdysturin millum Georgia og Føroyar verður spældur á Dinamo Arena í georgiska høvuðsstanum, Tblisi. Talan er um eitt risastórt stadion, ið hevur pláss fyri umleið 54.000 áskoðarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald