Politikkur

Góðu eiðsfólk, góðu vitjandi

Rógvi Egilstoft, borgarstjóri, helt flagghaldsrøðuna á Eiði

2022-04-27 23:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðin ella tíð er nakað undarligt nakað. Hon hevur stóran ávirkan á, so at siga alt, sum vit gera. Tíðin ávirkar eisini eina røðu sum hesa. Verður ov langt millum orðini, so gert tað heila undarligt. Og fyrstu orðini av hesi røðu hava gjørt, ella kanska serliga tíðin sum var millum orðini, at nógvir tankar eru farin gjøgnum høvdið á fleiri, kanska serliga á konuni og nokk eisini sigarmammuni. Tær hava nokk hugsað, “Huff, tað er ov nógv press á hjá Rógva í dag. Hatta klárar hann ikki”. Men eg kann gera tykkum róligar, tað er stýr á tí.

Kendi danski hondbóltsvenjarin, Ulrik Wilbek, kemur eisini inn á tíð í einum av sínum bókum. Hann vísir á, at hvørjari tíð vit siga okkurt í, hevur stóran týdning fyri, hvørja ávirkan tað hevur, sum vit siga. Vit kunnu siga tað rætta, men tað nyttar einki, um tað ikki er til røttu tíð. Kunsturin er at siga tað rætta til røttu tíð. Hetta er tað, sum eg skal royna at gera restina av hesi røðu.


Vit eru komin saman her at heiðra Merkið í dag. Merkið skuldi eisini bíða eftir sínari tíð. Stutt eftir fyrsta veraldarbardaga bleiv Merkið borið fram á fyrsta sinni. Hetta bleiv gjørt av ungum føroyingum í Keypmannahavn. Komandi árini byrjaðu fólk so spakuliga at taka Merkið til sín. Og upp ígjøgnum 30’ini bleiv Merkið meira og meira vanligt millum manna. Men hóast tað bleiv brúkt, so varð tað ikki viðurkent.

  1. apríl 1940 verður Danmark hersett av Týsklandi. Hetta hevði við sær, at vit sjálvandi ikki kundu brúka danska flaggið longur. Tíðin var komin til tað føroyska flaggið, Merkið. 25 apríl 1940 verður Merkið á fyrsta sinnið alment viðurkent. Sostatt tók tað yvir 20 ár, áðrenn Merkið veruliga kundi brúkast. Nú var tíðin tann rætta.

Søgan um Merkið er hugtakandi. Hon vísir okkum, at tað ofta tekur tíð, áðrenn eitt gott hugskot verður til veruleika. Hugskotið er sjálvan nokk í sjálvum sær. Ofta skal stríðast fyri hugskotinum, fyri at tað skal gerast veruleiki.


Soleiðis var eisini við Merkinum. Eitt stríð tók seg upp, eitt flaggstríð. Onnur uppskot til tjóðarflagg føroyinga vóru, samstundis sum øll ikki vóru samd í, at føroyingar skuldu hava sítt egna flagg.

Tað skuldi ein ræðuleiki til, fyri at fáa Merkið viðurkent. Kríggj. Sum nevnt, so hevði annar veraldarbardagi við sær, at danska flaggið ikki kundi brúkast longur, og nýtt flagg mátti finnast.

Seinastu vikurnar er hesin ræðuleikin aftur og vitjar Europa. Kríggj er aftur brostið á. Hetta eru ræðuleikar, sum eru torførir at skilja.

Tað er eingin ivi í, at fólkið í Ukraina er undir stórum trýsti í løtuni. Í tílíkum støðum er umráðandi fyri eitt land ella fólk, at tað stendur saman. Mótparturin ger alt fyri at slíta hetta samanhald. Tá hevur tað týdning, at hava okkurt at standa saman um. Til hetta verður millum annað tað flaggið brúkt til.


Eg dugi ikki at koma í tankar um nakað annað, sum kann samla okkara tjóð so væl sum Merkið. Vit kunnu verða ósamd bæði politist, átrúnaðarliga ella ítróttaliga, men vit eru øll samd um, at Merkið er okkara. Stríðið um Merkið er lagt afturum. Merkið samlar okkum og skapar nakrar sterkar kenslur í okkum.


Hetta sæst so týðiliga, tá okkara fremstu ítróttafólk stríðast móti øðrum ítróttafólki. Merkið er við í stríðnum. Og spyrt tú ítróttafólk, so er einki meira serstakt enn at stríðast við Merkingum á bringuni. Tíverri er tað enn soleiðis, at Merkið enn ikki er viðurkent allastaðni. Seinastu árini hava vit sæð tveir av okkara bestu ítróttamonnum kappast undir donskum flaggi.

Harmiligt er, at tá føroysk ítróttafólk vinna seg fram millum heimsins bestu, og sleppa at luttaka til Olympisku leikirnar, so kann Merkið ikki brúkast. Vónandi gongur tað ikki alt ov long tíð, áðrenn føroyska flaggið stendur undir liðini á hinum fløggunum, tá teir Olympisku leikirnir verða hildnir.


Merkið gevur okkum eina felagskenslu og samanhald. Tað at standa saman hevur stóran týdning. Og er tað nakað, sum eg havi lagt merkir til, síðani eg eri komin norð til Eiðis, so er tað, at fólkið her stendur saman. Gott nokk eru vit ikki altíð samd innanhýsis, men úteftir stendur eiðisfólk altíð saman. Tað býr ein stoltleiki í fólkinum. Líka mikið hvat og hvussu, so er tað best á Eiði. Hetta er ein góður eginleiki, sum vit skulu halda fast í. Tað er umráðandi, at hvørja ferð vit fara útum bøgarðarnar, so skulu vit minnast til, at vit umboða økið, sum vit eru so góð við.

Innanfyri bøgarðarnar hevur tað eisini týdning at arbeiða saman í sátt og semju. Mikkjal á Ryggi lýsir hetta so avbera væl:

Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð


Um vit øll gera okkara til, at vit í sátt og semju fáa eitt gott samfelag, so ivist eg ikki í, at vit koma at fáa brúk fyri Merkinum til nógvar hátíðarløtur framyvir.

Eingin fær sjálvandi gjørt alt, men øll fáa gjørt eitt sindur.


Merkið er rúmligt. Vit øll kunnu brúka tað, og tað kann næstan brúkast til alt. Tá vit savnast til stóru hátíðarhaldini, so verður Merkið brúkt. Í stillu viku bleiv skipað fyri FM í talvi á Eiði. Tað gleddi meg hvønn dag at koma niðan í skúlan og síggja Merkið veittra so vakur. Merkið skapar veruliga gleði í okkum.

Eins gleðiligt tað er at síggja Merkið í fullari stong, eins syrgiligt er tað at síggja Merkið í hálvari stong. Tað skapar ótta og ótryggleika. Men hóast hetta, so er einki annað merki, sum kundi verið betur til endamálið, enn tað føroyska flaggið. Merkið kann sanniliga brúkast bæði til sorg og gleði, til gaman og álvara.


Verið góð við Merkið, og latið okkum savnast líka væl um onnur viðurskifti, sum vit gera um okkara tjóðarflagg – Merkið.


Eg fari til endans at takka fyri, at eg fekk høvið at halda flaggdalsrøðu á Eiði í ár.

Takk fyri, at tit lýddu á. Framhaldandi góðan flaggdag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder