Húsið endaði síðan á privatum hondum, men í juni 2019 keypti kommunan bygdarhúsið aftur. Ymiskt virksemið hevur verið í húsinum seinastu árini, har tað hevur verið lánt út til felagsskapir í kommununi og leigað út til onnur, men ætlanin hevur ongantíð verið at kommunan skuldi umsita húsið.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at endurstovna áhugafelagið Gleim og er nú ein rakstraravtala undirskrivað millum Vága kommunu og Gleim, um at tey framyvir koma at umsita húsið.
Avtalan er, at tað nú eru fólkini handan Gleim sum koma at hava alt sum er viðv. húsinum undir hond, eisini fyrispurningar og bíleggingar av leigu av húsinum. Allir fyrispurningar skulu framyvir sendast til eina av hesum teldupost adressunum: bíleggingar: [email protected] og ein til annað samskifti: [email protected].
Longu gjørdar avtalur við kommununa um húsini, fylgja við yvirtøkuni av húsinum, og framtíðar samskifti um hesar avtalur skal vera við Gleim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald