Hetta er niðurstøðan eftir, at samgongan hevur viðgjørt spurningin.
Eftir galdandi lóg eru veiðiloyvi og fiskiloyvi galdandi til 1. januar 2034. Upprunaliga var ætlanin, at gildistíðin skuldi vera 12 ár.
Undanfarna samgonga legði í november 2022 uppskot fram um at leingja gildistíðina til 1. januar 2035. Tað uppskotið datt burtur, tá løgtingsval varð útskrivað. Málið hevur síðani verið fyri í Løgtinginum tríggjar ferðir. Fyrst sum munnligur fyrispurningur í februar. Tvey lógaruppskot um at leingja gildistíðina við einum ári hava verið á borðinum. Tað fyrra vann ikki frama. Tað seinna liggur í Løgtinginum í løtuni.
Undir viðgerðini í Løgtinginum í vár boðaði landsstýrismaðurin frá, at málið um gildistíð fór at verða viðgjørt nærri, og at ætlanin eisini var at hyggja at øðrum leistum enn verandi skipan, eitt nú eina skipan við føstum áramáli, eins og í alivinnuni.
Í politisku viðgerðini er niðurstøðan at halda fast við verandi skipan, men við einum áramáli á 10 ár, ístaðin fyri 12 ár.
Hetta merkir, at landsstýrismaðurin á heysti í 2024 fer at bera Løgtinginum uppskot um at leingja gildistíðina á veiðirættindum til 1. januar 2035. Eftir 2024 verður skipanin, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggur uppskot fyri Løgtingið um at gildistíðin á rættindum verður longd við einum ári.
“Tað hevur týdning, at vinnan hevur støðugar og kendar karmar at virka undir, og verður mett, at ein skipan við tíggju ára loyvum lýkur hesa treytir”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald