
Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 30.04.2025 kl.1700 - 1740
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Elsebeth Tausen
Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýrið hevur Helena Heðinsdóttir Guttesen, boðað frá, at henni barst frá at møta á fundinum. Tiltakslimur Elsebeth Tausen fekk fundarboð og játtaði at møta.
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 23/2025
J.nr.219-13-2025
Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri árið 2025 – Sørvágs Tónleikarfelag
Málslýsing: Sørvágs Tónleikarfelag søkir um kr. 60.000,00 í stuðli fyri árið 2025
Tilmæli 22.04.25: Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 60.000,00 í stuðli til Sørvágs Tónleikarfelag fyri árið 2025
Tilmæli 24.05.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 24/2025
J.nr.542-32-2025
Byggiskrá til ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági
Málslýsing: Byggiskrá til ítróttarhøll á matr. nr. 368 í Sørvági.
Tilmæli 22.04.25: Trivnaðarnevndin mælir til at byggiskrá verður gjørd til byggjan av ítróttarhøll á matr. nr. 368 í Sørvági.
Umsitingin skipar fyri at hetta verður gjørt.
Tilmæli 24.04.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 25/2025
J.nr.109-16-2025
Javnbjóðis samstarvsavtala millum Sørvágs og Vága kommunu um skipan av eldraøkinum í Vágum.
Málslýsing: Javnbjóðis samstarvsavtala millum Sørvágs og Vága kommunu, um skipan av eldraøkinum í Vágum.
Tilmæli 22.04.25: Trivnaðarnevndin mælir til, at taka undir við Javnbjóðis samstarvsavtaluni millum
Sørvágs- og Vága kommunu um skipan av eldraøkinum í Vágum.
Tilmæli 24.04.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini
Mál nr. 26/2025
J.nr.659- 9-2025
Umsókn um taxaloyvi
Málslýsing: Bjarni Góðadal søkir um taxaloyvi.
Tilmæli 22.04.25: Trivnaðarnevndin mælir til at játta Bjarna Góðadal taxaloyvi, vísandi til umsókn dagfest 9. apríl 2025
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Mál nr. 27/2025
J.nr. 542-33-2025
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 139d í Sørvági
Málslýsing: Vága Smíð søkir vegna eigaran av matr. 139d í Sørvági, um byggiloyvi til sethús..
Talan er um sethús í einari hædd við bilhúsi.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi og at útskriva byggiloyvið tá orkuramman er tøk og íbindingar gjaldið er goldið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini. Kannað um neyðugt er at senda hoyringsskriv í sambandi við servitutt sum er tinglýstur á ognina.
Tilmæli 22.04.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvið til sethús á matr. 139d í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 28/2025
J.nr. 542-29-2025
Umsókn um byggiloyvi til úthús á 284 í Sørvági.
Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 284 í Sørvági, søkir um byggiloyvi til úthús.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekinski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi, og at útskriva byggiloyvi tá og um grannahoyring / grannaloyvi er tøkt.
Tilmæli 22.04.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til úthús á matr. 284 í Sørvági, vísandi til umsókn og tekning.
Grannaloyvi skal fyriliggja áðrenn byggiloyvið verður útskrivað.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd.
Mál nr. 29/2021
J.nr. 544-50-2025
Umsókn um loyvi, at seta el-løðara á parkeringsøkið hjá kommununi
Málslýsing: Umsókn um loyvi at seta el-løðara á parkeringsøkið hjá kommununi.
Tilmæli 22.04.25: Tekniska nevnd mælir frá, at alment parkeringøki verður latið privatum.
Samstundis verður víst á møguleikan at gera parkeringsøkið omanfyri sethúsini á matr. 245b
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd
Mál nr. 30/2025
J.nr. 215-18-2025
Avtala millum Sørvágs kommunu og Effo
Málslýsing: Leigusáttmáli millum Sørvágs kommunu og Effo, viðv. matr. 356 og part av matr. 354 á havnarøkinum.
Í sambandi við at Effo hevur havt leigusáttmála viðv. matr. nr. 356 og parti av matr. nr. 354 á Havnarøkinum í Sørvági, sum gongur út 1. mars 2025 er semja millum Sørvágs kommunu og Effo, at sáttmálin ikki verður endurnýggjaður.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti avtaluna millum Sørvágs kommunu og Effo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald