Bygdaráðsfundur: 27.03.2023 kl.17:00 – 21:40
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jóhan Mikkelsen
- Hugin Skaalum
- Jón Joensen
- Sune Jacobsen
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 23/2024
J.nr. 324-42024
Umsókn um rakstrarstuðul – Vága Ríðingarfelag.
Málslýsing: Vága Ríðingarfelag søkir í skrivi dagf. 20/2-2024 um rakstrarstuðul til felagið.
Tilmæli 14.03.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Vága Ríðingarfelag við kr. 5.000,00
til rakstur fyri árið 2024
Roknskapur fyri 2023 fyriliggur
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 24/2024
J.nr.323-9-2024
Umsókn um fíggjarligan stuðul – Tónleikasamband Føroya
Málslýsing: Umsókn frá Tónleikasambandi Føroya um fíggjarligan stuðul
Tilmæli 14.03.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Tónleikasambandi Føroya við kr.12,00 pr. borgara í Sørvágs kommunu fyri árið 2024
Tilmæli 25.03.24: Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, treytað av, at verkætlanin verður veruleiki.
Mál nr. 25/2024
J.nr. 323-10-2024
Umsókn um peningaligan stuðul til Sørvágsleguna 2024
Málslýsing: Maibritt í Haraldstovu hevur sent niðanfyri nevnda skriv, har søkt verður um stuðul til Sørvágsleguna, sum verður í leguhúsinum í Nesvík, í døgunum 3. – 5. mai 2024
Tilmæli 14.03.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágsleguna við kr. 15.000,00
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 26/2024
J.nr.323-11-2024
Umsókn um peningaligan stuðul fyri 2024 – Sørvágs bygdarsavn
Málslýsing: Sørvágs bygdarsavn søkir um stuðul fyri 2024
Tilmæli 14.03.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs bygdarsavni við kr. 72.000,00 fyri árið 2024
Roknskapurin fyri 2023 fyriliggur.
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 28/2024
J.nr. 542-1-2023
Útbygging á Dungasandi
Málslýsing: Útbygging á Dungasandi
Tilmæli: Um farið verður undir arbeiðið verður mælt til, at gera arbeiðið liðugt. Mælt verður til at bjóða arbeiðið út, soleiðis at minst 2 tilboð eru.
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd metur at hetta málið ikki er klárt til støðutakan, fyrrenn endaligur kostnaður fyri verandi bygging á Dungasandi fyriliggur.
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin mælir til gera parkeringsplássið liðugt, og at umsitingin biður um tilboð uppá kloakk og ristir v.m.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at Tekniska nevnd saman við umsitingini, kannar hvussu hetta arbeiðið verður gjørt, og saman við umsitingini setur arbeiðið í gongd. Fyritreytin fyri at seta arbeiðiðíð í gongd, er at arbeiðið verður hildið innan fyri játtanakarmin.
Mál nr. 29/2024
J.nr. 542-231-2024
Umsókn um byggiloyvi til Trafostøð
Málslýsing: Umsókn frá SEV um byggiloyvi til Trafostøð
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um staðsetingina av trafostøðini, tvs. at trafostøðin verður staðsett norðanfyri bygningin á matr. 215c (Sp/f á Reyni)
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 30/2024
J.nr. 544-76-2024
Niðurtøka av motorhúsinum/ trafostøðini á matr. 360 d í Sørvági
Málslýsing: Niðurtøka av motorhúsinum/ trafostøðini á matr. nr. 360 í Sørvági
Tilmæli 19.03.24: Umsitingin tosar við Bárður Henriksen, um hvussu málið kann loysast.
Tekniska nevnd mælir frá at kommunan ber kostnaðin viðv. niðurtøku av motorhúsinum/ trafostøðini
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd, við tí broyting at kommunan ber kostnaðin av at flyta málarin.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at selja matr. nr. 360d við ástandandi trafostøð, treytað av, at keyparin tekur húsið niður og við tí treyt, at kommunan kann seta skáp til málarar á dansistovuna.
Mál nr. 31/2024
J.nr. 542-16-2023
Umsókn um loyvi til tilbygning/ leingjan av verandi sethúsum á matr. 253s í Sørvági
Málslýsing: Eigarin av sethúsum á matr. 253s í Sørvági, søkir um byggiloyvi til tilbygning/leingjan av verandi sethúsum
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd tekur undir tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til tilbygning/leingjan av sethúsum á matr. nr. 253s í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 32/2024
J.nr. 542-290-2023
Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 386 í Bø
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 386 í Bø
Tilmæli 19.03.23: Tekniska nevnd tekur undir við tekniska leiðaranum um byggiloyvi til bilhús á matr. 386 í Bø.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 33/2024
J.nr. 542-184-2024
Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 253p í Sørvági
Málslýsing: Eigarin av sethúsm á matr. 253p søkir um byggiloyvi til garð.
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til garð á matr. nr. 253p í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd
Mál nr. 34/2024
J.nr.
Sundurbýti av matr. nr. 422z í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 422z í Sørvági
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 422z í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 35/2024
J.nr. 219-5-2024
Umsókn um stuðul til garð á matr. 143 c í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um stuðul til garð á matr. nr. 143c í Sørvági
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd mælir frá at veita stuðul til garð á matr. nr. 143c í Sørvági, tí kommunan ikki er orsøk til jarðarmunin.
Tilmæli 25.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini
Mál nr. 36/2024
J.nr. 542-11-2022
Umsókn um fyribils nýtsluloyvi frá FAE til nýggja komuhøll
Málslýsing: Umsókn um fyribils nýtsluloyvi frá FAE til nýggja komuhøll
Tilmæli 19.03.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Verkfo og tekniska leiðaranum, um fyribils loyvi í 5 mdr. til nýtslu av komuhøllini hjá Vága Floghavn.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr.37/2024
J.nr.
Broytan av byggisamtyktini
Málslýsing: Broyting av byggisamtyktini viðv. parti av matr. nr. 253a, í sambandi við útbygging av Alvalon.
Tilmæli 27.03.24: Vinnunevndin mælir til at broyta byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 253a í Sørvági, í sambandi við útbygging av Alvalon.
Vísandi til kort verður mælt til at partur av matr. nr. 253a verður broyttur frá øki H: Frílendi til økið E: Almennir stovnar
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini um at broyta byggisamtyktina samb. kortið dagfest 27.03.24.
Mál nr. 38/2024
J.nr.
Sáttmáli við Articon
Málslýsing: Sáttmáli við Articon viðv. útbygging av Alvalon
Tilmæli 19.03.24: Bygginevndin mælir til, at undirskriva sáttmálan uppá 22.580.338,- u/mvg við Articon um útbygging av Alvalon.
Sáttmálin er gjørdur í tøttum samstarvi við Sp/f Mynda og Christian Andreassen, adv.
Tilmæli 25.-03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Bygginevndini fyri Alvalon
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Byggi- og Fíggjarnevndini við teimum broytingunum, sum eru gjørdar í sáttmálanum í dag 27.03.24.
Mál nr. 42/2024
J.nr
Umsókn um stuðul til keyp av klaveri
Málslýsing: Umsókn um stuðul til keyp av klaveri til Gamla skúla
Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 62.173 til keyp av klaveri.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald