Politikkur

Gerðabók frá bygdaráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu

Gerðabók frá býráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu tann 25. oktober 2023

2023-11-01 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 25.10.2023 kl.17:00 - 19:15

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jón Joensen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari



Mál nr. 100.

J.nr. 211-5-2023

2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Málslýsing: 2. Viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Mett skattainntøka 54.897.175

Mett inntøka frá Dis,Fas 4.130.000

Mett inntøka eftirl. 12.695.000

Tils. 71.722.175



Mál nr. 124

J.nr. 211-6-2023

Eykajáttan til konto 7.38.14.381.10 Havnir og lendingar L

Málslýsing: 1. Viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 900.000,- til konto 7.38.14.381.10 Havnir og lendingar L.

Partur er til neystið og ein partur er til spælihúsið í Mykines/VestMek

Peningurin verður at taka av konto 4.23.22.381.20 Aðrar íløgur skúlin

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.



Mál nr. 125

J.nr. 211-7-2023

Eykajáttan til konto 7.38.14.380.10 Havnir og lendingar R

Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajátta á kr. 1.000.000,-til konto 7.38.14.380.10 Havnir og lendingar R.

Peningurin verður at taka av konto 4.23.22.381.20 Aðrar íløgur skúlin.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.



Mál nr. 111

J.nr. 546-3-2023

Umvæling av træbryggjuni

Málslýsing: Umvæling av træbryggjuni.

Tilmæli 21.09.23: Havnarnevndin mælir til at træbryggjan verður umvæld.

Tilmæli 24.10.23: Fíggjarnevndin mælir til at Tekniski leiðarin tekur sær av málinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini.



Mál nr. 126

J.nr. 542-64-2023

Ums. um keyp av lendi

Tilmæli frá Tekniska leiðaranum: Mælt verður til at bíða við at selja matr.nr.360b, til man við vissu veit, um kommunan hevur tørv á húsinum á matriklinum, ísamb. við kloakkskipanina. Ætlaða útbyggingin av dansistovuni verður í fyrsta umfari ikki tarna av hesum. 

Tekning K01_H1_N01

Vísandi til tekning nr. K01_H1_N01 sæst at 93m2 er ov lítið, í mun til tað sum bygt verður, tí verður mælt til um selt verður: at selt verður ávíst øki, sum passar við tað sum bygt verður.

Tilmæli 24.10.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tekniska leiðaranum og Fíggjarnevndini.



Mál nr. 110

J.nr. 651-3-2023

Økið til bátar – Luna

Avgerð: Málið tikið av skrá



Mál nr. 113

J.nr. 651-2-2023

Leigumál til tøkubúðir – Luna

Avgerð: Málið tikið av skrá



Mál nr. 127

J.nr. 215-13-2023

Umsókn frá Vestmek um leigu av øki á havnarøkinum.

Avgerð: Málið tikið av skrá



Mál nr. 128

J.nr. 324-6-2023

Umsókn um stuðul til “ Jól í Bø “

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til tiltakið “ Jól í Bø “

Tilmæli 19.10.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakið “ Jól í Bø “ við kr. 25.000,00

Stuðulin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum

Tilmæli 24.10.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.



Mál nr. 132

J.nr. 215-11-2023

Tilboð til kommununa, um at leiga av part av ognini á matr. 37b í Sørvági

Avgerð: Málið tikið av skrá.



Mál nr. 133

J.nr. 542-11-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 422b

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 422b

Vísandi til treytað skeyti og kort skjal 1 verður søkt um at fáa nevnda lendið frábýtt frá haganum at leggja saman við verandi ogn hjá P/F Vága Floghavn matr. nr. 427a

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at viðmæla omanfyri nevnda sundurbýti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder