Politikkur

Gerðabók frá bygdaráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu

Gerðabók frá býráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu tann 2. septembur 2026..

2026-09-08 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samandráttur av bygdaráðsfundi

Bygdaráðsfundur: 02.09.2026 kl.17:00 - 1830

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Hugin Skaalum 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari


Mál nr. 64/2026

J.nr. 324-7-2026

Umsókn um fíggjarligan peningaligan stuðul fyri kappingaráriðárið 2026/27 – Sørvágs Ítróttarfelag

Málslýsing: Sørvágs Ítróttarfelag søkir um peningaligan stuðul fyri kappingarárið 2026/27

Søkt verður um kr. 175.000,00 í stuðli.

Tilmæli 25.08.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við kr. 175.000,00 fyri kappingarárið 2026/27

Tilmæli 27.08.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 65/2026

J.nr.

1. viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk

Málslýsing: Eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk á kr. 1.000.000,-

Peningurin verður at taka av tøkum peningi

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Mál nr. 66/2026

J.nr.

Søla av 3 m2 av matr. nr. 416 í Sørvági til samnanlegging við matr. 46 í Sørvági

Málslýsing: Søla av 3 m2 av matr. nr. 416 í Sørvági, til samanlegging við matr. 46 í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at selja uml.3 m2 av matr. nr. 416 til Sigurd Jan Tavsen

Umsitingin tekur sær av málinum.

Eyð Ellingsgaard luttók ikki í viðgerðini.


Mál nr. 67/2026

J.nr. 542-24-2021

Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging/ hækking av verandi neysti á matr. 46 í Sørvági

Málslýsing: Sp/f Tavsens Maskinverkstaður søkir um byggiloyvið til uppíbygging/ hækking av verandi neysti á matr. 46 í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini. Av tí at skrivliga grannaavtalan er eldri enn 2 ár, er hon ikki galdandi, tí verður mælt til, at loyvi ikki skal útskrivast, fyrrenn grannahoyring/loyvi er tøkt.

Tilmæli 26.08.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Eyð Ellingsgaard luttók ikki í viðgerðini.


Mál nr. 68/2026

J.nr. 542-71-2026

Umsókn um byggiloyvi til umbygging av verandi bygningi á matr.nr.21c

Málslýsing: Søkt verður um loyvi til umbygging av verandi bygningi á matr. 21c í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 26.08.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.



Mál nr. 69/2026

J.nr. 329-16-2026

Umsókn um loyvi at seta saunavogn á økið við bátahylin í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn frá Kvirru, um loyvi at seta saunavogn á økið við bátahylin í Sørvági

Tilmæli 24.08.26: Havnarnevndin mælir til at staðseta skúrar v.m sum ásett í uppskotinum frá sp/f Mynda. Eisini verður mælt til at umsøkjarin útvegar sær streym beinleiðis frá SEV.

Tilmæli 25.08.26: Tekniska nevnd mælir til at staðseta skúrar sum ásett í uppskotinum frá sp/f Mynda. Tekniskanevnd mælir frá, at loyvi verður útskriva fyrr enn tekningar eru tøkar sum greitt vísa hvussu bingjurnar og uttanumøki sær út á staðnum. Bingjurnar skulu festast trygt í fundament. Eisini verður mælt til at umsøkjarin sjálvur útvegar sær streym beinleiðis frá SEV.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd.

Umsitingin ger uppskot til ein leigusáttmála uppá 4 ár til endaliga støðutakan hjá Fíggjarnevndini.


Mál nr. 70/2026

J.nr. 329-20-2026

Umsókn um stuðul fyri 2026 – 07 Vestur

Málslýsing: Umsókn frá 07 Vestur um stuðul fyri kappingarárið 2026

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játtað stuðul uppá kr. 175.000,00 til 07 Vestur fyrikappingarárið 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder