2025-02-08 19:57
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Gentir 14A
Steypafinalan millum TB og Sí-a Gentir 14A, skuldi vísa seg at blíva ein gysari.
Talan var um tvey sterk lið í finaluni og tí var lagt upp til eina spennandi finalu. Bæði liðini spældu ómetaliga væl. TB vóru omaná alt fyrsta sett og SÍ leikarirnir tóktist at vera ørkymlaðir. TB vann greitt fyrsta sett 19-25.
Í øðrum setti byrjaði SÍ væl, men hóast liðini vóru tøtt, lág TB omaná í stigum. SÍ megnaði at hála seg upp á javnleik 19-19 og síðani vendi dysturin við einum energiríkum SÍ liði, sum vann 25-23.
Síðani var fari undir triða og avgerðandi sett. TB var aftur førandi liði og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-2 til TB. Men, so streyk SÍ avstað og megnaði at vinna avgerðandi settið 10-15.
Harvið eru Genir 14A hjá SÍ Steypavinnarir.
Dagsins leikari: Vár Kristiansdóttir
TB Leikarar
Rebekka Dánjalsdóttir |
Nomi Hansen |
Femja í Lágabø |
Ruth Berg Jespersen |
Rebekka Kjærbo |
Natalia Edvardsdóttir |
SÍa leikarar
Zacharia Emilia Davidsen |
Fríðrún Nøkkvadóttir |
Anna Ró av Trøð Trondesen |
Súsanna á Stongum Venned |
Sandra Skov Weihe |
Vár Kristiansdóttir |
Anna Katrina í Haraldstovu |
Tova Sigurdsdóttir Nielsen |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald