Lýsing

Gartnari

Tú kanst gerast partur av eini spennandi burðardyggari verkætlan!

2024-11-27 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Vága kommuna leitar eftir einum eldhugaðum og dugnaligum gartnara til eitt verkætlanarstarv, at menna staðbundna framleiðslu av grønmeti og frukt í Føroyum. Starvið er knýtt at einari størri granskingarverkætlan saman við Fróðskaparsetri Føroya, sum skal styrkja sjálvbjargni, burðardygd og trivnað í kommununi – í tøttum samstarvi við dagstovnar og vísindafólk.

Høvuðsuppgávur:

  • Standa fyri framleiðslu av grønmeti og frukt í vakstrarhúsinum í Sandavági og á økinum uttanfyri
  • Samskipa luttøku hjá dagstovnum í Vága kommunu og veita vegleiðing til børn, starvsfólk og onnur
  • Skipa fyri verkstovum og luttaka á tiltøkum saman við dagstovnum og samstarvspørtum
  • Menna burðardyggar arbeiðshættir og stuðla undir trivnað, inklusjón og vitanarmenning í verkætlanini
  • Luttaka í verkætlanartoyminum og samstarva við vísindastarvsfólk frá Fróðskaparsetrinum
  • Luttaka í miðlan av verkætlanarúrslitum, m.a. framleiða bóklingar og frágreiðingar um verkætlanargongdina og grøna roknskapin

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum gartnari ella líknandi, ynskiligt um tú hevur royndir innan grønmetisframleiðslu
  • Áhugi fyri burðardygd, náttúru og samspæli millum fólk og umhvørvi
  • Góð evni at samskifta og samstarva við ymiskar aldursbólkar
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og tryggja framdrift í einum fjølbroyttum umhvørvi
  • Hegni at leggja til rættis, samskipa og gjøgnumføra tiltøk og verkætlanir

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert starv í eini nýhugsandi og framskygdari kommunu
  • Høvi at gerast ein týðandi partur av einari burðardyggari menningarætlan í Føroyum
  • Tætt samstarv við serfrøðingar innan námsfrøði, náttúruvísindi og samfelagsmenning
  • Góð starvsviðurskifti og møguleikar fyri persónligari og fakligari menning 

Løn og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Verkætlanarstarvið er 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað í 1 ár, frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025.

Umsóknarfreist:

Freistin at søkja starvið er týsdagin 10. desember 2024

Umsóknir og møguligar spurningar skulu sendast til:
Søk starvið við at trýsta her. Spurningar um verkætlanina kunnu sendast til Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á [email protected].

Ver við at leggja lunnar undir burðardyggari framtíð í Vága kommunu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder