Vinna

GANDAKELLINGIN ÚR SKÚVOY – EINRØÐULEIKUR, Í FYLKING

Á Mentanarnáttini borðreiða við í ár við nøkrum heilt nýggjum, ið vit áður ikki hava roynt. Dugnaliga sjónleikarinnan Gunnvá Zachariasen hevur játtað at koma suður, við einrøðuleikinum ”Gandakellingin úr Skúvoy”, ið hon og Ria Tórgarð hava staðið fyri. Leikurin hevði frumframførslu til Listaleypin í februar í ár og er hetta tí ein heilt nýggjur leikur.

2026-05-22 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hugnaliga Fylking í Valarabrekkuni verður karmur um einrøðuleikin, við heldur óhugnaliga heitinum. Tvær sýningar verða, ein tórskvøldið 28. mai, kl 20:00 og ein fríggjakvøldið 29. mai, kl. 21:00.

Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen í síni grein um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984).

Sára Malena Guttormsdóttir. Hvør var hon? Hví fekk hon spaldrið gandakelling á seg? Hvørjar umstøður livdi hon undir? Dugdi hon veruliga gand? Hvat ér gandur?

Á Mentanarnáttini, í Fylking, gerast tit klókari upp á alt hetta.


HALDIÐ TYKKUM FRAMAT

Avmarkað atgongd er í Fylking, ið til høvið hevur dempaða ljósuppsetan, til hesa forkunnuga løtu. Tað snýr seg tí um at møta upp í góðari tíð. Leikurin tekur uml


Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn: Ria Tórgarð

Leikari: Gunnvá Zachariasen

Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og  Ria við íblástri frá keldum frá Eyðun Andreassen K. O. Viderø, Skúvoyarsøgu og Sólrun Michelsen og øðrum heimildarfólkum.

Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder