Vinna

Gamli Jupiter skal landa í Skagen

Gamli Jupiter, sum hevur fiskað sild í altjóða sjógvi norður úr føroyska markinum, setti í gjár kós móti Skagen, har teir verða seint í morgin.

2023-12-08 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Teir hava 630 tons av sild og hava fiskað alla sildakvotuna.

Tey føroysku skipini royna nú í altjóða sjógvi á 66N og  0V, har eru 5 føroysk skip, 9

russisk, 3 donsk og 1 grønlendskt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder