Politikkur

Gadus verður seldur og Kósin afturlatin

Tað verða avleiðingarnar um broytingarnar í sjófeingislógini verða samtyktar, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK

2025-01-21 22:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Norðlýsið: JFK hevur latið inn hoyringsskriv í samband við broytingar í sjófeingislógini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Í filmsbroti á Norðlýsinum greiður Hanus Hansen, stjóri á JFK frá hvørjar avleiðingarnar verða fyri hansara virksemi, um broytingarnar verða samtyktar.  

Gadus kann ikki liva av eini hálvari kvotu og grundarlagi undir Kósavirkinum er vekk, staðfestur Hanus. 

Hanus Hansen heitir á landsstýrið um at koyra uppskotið um broytingarnar í sjófeingislógini í skrell og heldur byrjað eitt kjak um hví fiskivinnan skal viðgerast so annaðleiðis enn aðrar vinnur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder