Politikkur

Fyrsti ukrainin fingið uppihaldsloyvi

Í dag hevur fyrsti ukrainin í Føroyum fingið uppihaldsloyvi eftir serlógini, sum Løgtingið einmælt samtykti hósdagin í farnu viku. Serlógin gevur  persónum, sum eru riknir úr Ukraina, loyvi til fyribils at hava uppihald í Føroyum í upp til tvey ár.

2022-04-12 18:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Eg fegnist um, at vit í Føroyum kunnu rætta neyðstøddum ukrainum eina hjálpandi hond – og somuleiðis um, at politiska skipanin hevur staðið saman í hesi tilgongdini. Politisk semja og gott samstarv millum allar partar, sum eiga ein lut í hesi tilgongdini, geva góðar fyritreytir fyri, at okkara fyrstu royndir við flóttum kunnu fara at eydnast”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Útlendingaøkið er felagsmál, og serlógin um fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru riknir úr Ukraina, varð kunngjørd bæði í Lovtidende og í Kunngerðablaðnum um vikuskiftið. Sunnudagin søktu fyrstu 15 ukrainarnir um uppihaldsloyvi, og í dag varð fyrsta loyvið avgreitt. Higartil hava á leið 40 ukrainar søkt um uppihaldsloyvi.

Ukrainar, sum higartil eru komnir til Føroya, hava fingið bústað, men møta á móttøkuhúsinum, sum Útlendingastovan og Reyði Krossur í felag hava skipað á Føroya Fólkaháskúla fyri at avgreiða umsóknir um uppihaldsloyvi og fyri at verða kunnaðir um ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum.

Eitt eyðkenni við serlógini, samanborið við vanligu útlendingalóggávuna, er, at persónar, sum fáa fyribils uppihaldsloyvi, kunnu fara til arbeiðis beinanvegin uttan at tørva serskilt arbeiðsloyvi. Nakrir av ukrainunum, sum eru komnir til Føroya, væntast at fara til arbeiðis eftir páskir. Í næstum skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi tiltaki, har ukrainar í Føroyum verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin.

“Vit vita, at avbjóðingar kunnu stinga seg upp, og tí hava vit sett á stovn samskipandi eind, sum tryggjar eitt smidligt samstarv millum avvarðandi myndugleikar og tænastuveitarar”, sigur Magnus Rasmussen.

Í samskipandi eindini eru umboð fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Almannaráðið og Almannaverkið, Løgregluna, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Kommunufelagið og Reyða Kross.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder