Í kvøld skipaði Felagið Føroysk Ross fyri fyrilestri á Búnaðarstovuni.
Væl av fólki var møtt upp til áhugaverdu framløguna. Fyrilesturin var
hildin av Tullis Matson. Evnið var varveiting av ílegum, endurskapan
av ílegum og hvussu tøkni og nýggj vitan kunnu bjarga hóttum
djórasløgum.
Fyritøkan hjá Matson í Bretlandi hevur ment ein serligan hátt at goyma
sáðkyknur, men eisini aðrar kyknur, sum tey við hepni eisini hava
megnað at endurskapað eftir at kyknurnar hava verið frystar.
Matson vísti á, hvussu tey í Bretlandi arbeiða fyri at forða innannøring.
Fyri Føroyska Rossið er hetta gull vert. Í vikuni roynir felagið at
taka sáð av øllum greðingunum sum eru á lívi, soleiðis at ílegurnar
verða goymdar. Felagið Føroysk ross hevur frammanundan eina skipan sum
tey brúka at stuðla seg við, tá aling av føroyskum rossum fer fram.
Um Tullis Matson: Tullis Matson er stjóri hjá tí virðislønta felagnum:
Stallion AI Services. Í apríl 2022 fekk Stallion AI Services Queen’s
Award for Enterprise fyri sítt framúrskarandi arbeiði innan nýskapan.
Hetta er tann mest virðismikla virðisløn, sum eitt bretskt virki kann
fáa. Tullis hevur í meira enn 30 ár arbeitt við sáðtøku og frysting av
sáði frá greðingum. Í 2000 stovnaði hann Stallion AI Services Ltd, sum
er ein av teimum mest væleydnaðu greðingasavnssentrunum í Evropa. Tey
bjóða tænastur innan sáðtøku, fertilitetsmeting og útflutning av sáði
um allan heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald