Mentan

Fyrilestrar í Sandavágs kirkju

.

2025-02-17 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fyrilestrar í Sandavágs kirkju


Aftur í ár verður skipað fyri fyrilestrarøð í Sandavágs kirkju. Fyrilestrarnir verða týskvøld klokkan 19.30.


Í føstuni í fjør varð skipað fyri nøkrum fyrilestrum í kirkjuni. Evnini vóru ymiskt, og spentu alt frá heimspeki og læknafrøði til aktuellu støðuna í Miðeystri lýsta í søguligum høpi.


Í ár verða fyrilestrarnir miðsavnaðir um kirkjulig evni við einum undantaki, sum meira snýr seg um hjálpararbeiði úti í heimi. Tó grundfest á kristiligt støði.


Fyrsti fyrilesturin verður hesaferð hildin áðrenn føstuinngang, og síðan verða tríggir hildnir út gjøgnum føstuna.


Tað verður Inga Poulsen Dam, prestur, sum fer at leiða tiltøkini.


Fyrsti fyrilesturin í røðini verður týskvøldið 18. Februar klokkan 19.30.

Tá fer Lis Samuelsen, prestur, at siga frá síni tíð sum prestur uttanlands, har hon millum annað hevur verið prestur hjá danska herinum. 

Í hesum starvi varð hon eisini send út at vera prestur hjá hermonnum í fremmandum landi.

Millum annað hesum fer hon at greiða frá. 

Aftan á fyrilesturin verður høvi til spurningar og kjak.

Kirkjukaffi aftaná.


Annar fyrilesturin verður týskvøldið 4. mars kl. 1930.

Tá fer Hilda Viderø at greiða frá arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum Mirjam.

Hilda hevur fyri stuttu verið í Kenya í Afrika og vitja støð, har Mirjam hevur sítt virki, og fer undir fyrilestrinum at vísa myndir haðani, og eisini at siga frá okkum nýggjum, spennandi tiltøkum.

Eftir fyrilesturin ber til at seta spurningar, og annars hava orðskifti um evnið.

Kirkjukaffi aftaná.


Týskvøldið 18. mars kl. 1930 fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at halda fyrilestur um Jóhannis evangeliið.

Anne Mette hevur seinastu tíðina verið í lestrarfarloyvi, meðan hon hevur granskað og viðgjørt hetta spennandi evnið, sum er eitt sindur øðrvísi enn hini evangeliini í Nýggja Testamenti.

Lagt verður upp til spurningar og kjak eftir fyrilesturin.

Kirkjukaffi aftaná.


Týskvøldið fyrsta apríl kl. 19.30 fer Helgi í Brekkunum at halda fyrilestur, hann kallar: “Liturgiin í føroysku kirkjuni fyrr og nú”.

Hann hugleiðir millum annað um munin millum katólsku, anglikansku og luthersku kirkjurnar, og fer at nerta við litir og siðir undir gudstænastu. Nær vit gera hvat, og skulu vit í heila tikið gera tað?

Eisini verður nýggja altarbókin hjá føroysku kirkjuni umrødd.

Eins og undanfarnu kvøldini verður høvið at seta fyrilestrahaldaranum spurningar og kjakast um evnið.

Kirkjukaffi aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder