Men ítróttur er nógv meira enn tað.
Fyri nógv børn og ung er ítrótturin staðið, har tey kenna felagsskap, læra ábyrgd og finna sítt pláss. Har verða vinabond knýtt, har venur ein seg við mótburð, og har upplivir ein gleðina av at vera partur av nøkrum størri enn ein sjálvur.
Tí er ítróttur eisini eitt av sterkastu fyribyrgjandi amboðunum, vit hava.
Tá børn og ung hava góðar og tryggar felagsskapir rundan um seg, styrkir tað bæði trivnað, heilsu og lívsgleði. Tað ger eisini mun seinni í lívinum, bæði fyri einstaka menniskja og fyri samfelagið sum heild.
Men vit mugu eisini hugsa um tey, sum ikki sjálvi finna vegin inn í ein felagsskap. Ikki øll hava foreldur, sum kenna feløgini, hava stundir at koyra til venjing ella hava ráð til limagjald og útgerð.
Tí er tað eisini ein uppgáva hjá samfelagnum at gera tað lættari hjá fleiri børnum at verða partur av einum felagsskapi.
Tað samsvarar eisini við strategiina hjá Ítróttasambandi Føroya, har eitt av høvuðsmálunum er, at øll skulu við. Málið er, at øll skulu hava møguleika at vera partur av ítrótti og felagsskapi, uttan mun til førleikar, bakgrund ella bústað.
Tað er ein hugsjón, sum eisini eigur at síggjast aftur í politisku raðfestingunum komandi árini.
Í Føroyum stendur ein stórur partur av hesum arbeiðinum á herðunum hjá sjálvbodnum. Foreldur, venjarar og eldsálir, sum brúka kvøld og vikuskifti til at skapa góðar karmar fyri børn og ung. Tað arbeiðið er ómetaliga virðismikið, og eigur eisini eina hægri politiska raðfesting.
Ein ítøkilig leið er at tryggja, at øll børn hava javnbjóðis møguleikar at vera við. Í dag er tað ójavnt, hvussu kommunur raðfesta frítíðarvirksemi fyri børn og ung; onkrar kommunur hava skipanir, meðan aðrar ikki hava.
Tí haldi eg, at vit eiga at seta í verk eitt landsfevnandi frítíðarkort til øll børn og ung frá 0–18 ár. Eitt slíkt kort hevði givið einum barni eitt íkast til limagjald ella frítíðarvirksemi (ítrótt, tónleik, dans, skótar ella onnur felagsskapstilboð).
Frítíðarkort er ein beinleiðis stuðul til barnafamiljur og tryggjar, at øll børn fáa betri møguleikar at vera partur av sunnum felagsskapum. Eftir mínum tykki er tað ein betri og meira málrættað leið enn bara at hækka barnafrádráttin.
Vit skulu sjálvandi framhaldandi stuðla úrvalinum og teimum føroysku landsliðunum og úrvalsíðkarunum, sum savna okkum sum tjóð. Men vit mugu samstundis tryggja, at breiddin hevur góðar karmar: góðar venjingarmøguleikar, trygga felagsskapsmentan og støðugar skipanir rundan um sjálvbodna arbeiðið.
Tá vit raðfesta ítrótt, raðfesta vit ikki bara medaljur.
Vit raðfesta trivnað, fyribyrging og eitt sterkari samfelag.
Fyri teg, meg og Føroyar!
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Valevni, Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald