Mentan

Fýra tónlistanøvn til Iceland Airwaves

.

2026-04-08 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Tíðindaskriv.


Fýra tónlistanøvn til Iceland Airwaves!


Seinastu árini hava Føroyar havt sera gott samstarv við íslendska tónleikafestivalin Iceland Airwaves. Hetta er nakað, ið hevur vakt ans bæði í Íslandi og í altjóða høpi. Góða samstarvið við Iceland Airwaves heldur fram í 2026. Í dag kunnu FMX og festivalurin almannakunngera, at heili fýra føroyskt tónlistanøvn er klár til Iceland Airwaves. Trý av hesum eru Joe & The Shitboys, Tunghoyrt og RSP. Tað fjórða navnið verður kunngjørt seinni.
 

«Iceland Airwaves er framvegis ein sera týdningarmikil pallur fyri okkum, og tað er spennandi, at góða móttøkan og framgongdin í Íslandi bara tykist at halda fram, alt meira fyri hvørt ár», sigur Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX). «Bookingtoymið á festivalinum hevur aftur valt fýra føroysk tónlistanøvn, har trý teirra hava tað til felags, at tey ongantíð áður hava spælt á festivalinum. Joe & The Shitboys hava spælt á festivalinum eina ferð fyrr, men tað var á einum stigi sera tíðliga í yrkisleið teirra, og tá hevði bólkurin ikki FMX og okkara felags satsing í rygginum. Bookingtoymið á Iceland Airwaves helt tí, at nú var tíð at bróta við meginregluna um, at tónlistanøvnini bara skulu spæla á festivalinum eina ferð í lívinum.»

Iceland Airwaves festivalurin sera týdningarmikil
Sum frá er liðið, eru vit komin at kenna Iceland Airwaves væl og vita, at hetta er ein sera álítandi vinnu- og tónleikafestivalur, ið sýnir fram eina rúgvu av tónleikarum – bæði útvaldar ‘up-and-comers’ og meira viðurkend tónlistanøvn, sum byrja at nærkast headliner-støði kring um í Evropa.

Festivalurin fer fram í Reykjavík og varir í tríggjar dagar, har høvuðsdentur verður lagdur á at vísa fram nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða tónleik. Á hvørjum ári dregur Iceland Airwaves at sær eina merkisvert stóra mongd av áhoyrarum, umframt fólk úr altjóða tónleikavinnuni og tónleikamiðlum úr stórum pørtum av heiminum. Og festivalurin hevur fleiri ferðir verið ein lyklaviðspælari, ið hevur sett ferð á yrkisleiðina hjá fleiri stórum tónleikanøvnum.

«Eg eri sera spentur vegna øll tónlistanøvnini og eri sannførdur um, at tey fara at fáa sera nógv burturúr festivalinum», heldur Glenn Larsen áfram.

«Tunghoyrt kláraði seg stak væl á SPOT Festivalinum í Århus eftir Sement-finaluna í fjør, og Iceland Airwaves kann gerast eitt náttúrligt næsta stig í strembanini eftir at skapa eini altjóða tónlistayrkisleið. Tað verður eisini spennandi at síggja, um RSP megnar at flyta føroysku veitsluna við sær til Ísland og gerast ein viðurkendur bólkur har. Tað fjórða og síðsta navnið verður ikki avdúkað heilt enn, meg eg trúgvi ikki, at nakar verður skuffaður" 

Tvær konsertir hvør, umframt luttøka á ráðstevnu
Eins og seinastu árini fara føroysku tónliskanøvnini at spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á Iceland Airwaves í november, har onnur konsertin verður framførd fríggjakvøldið í víðagitna spælistaðnum Iðnó mitt í Reykjavík. Her fara vit at hava eitt serligt tiltak, har einans føroysk tónlistanøvn verða á pallinum. Føroysku tónlistanøvnini spæla harumframt eina konsert aftrat hvør, og báðar konsertirnar verða partur av almennu skránni.

Seinastu árini hava Føroyar sett stóran dám á festivalin. Hetta er nakað, sum eisini hevur vakt ans hjá stórum bløðum sum til dømis Rolling Stone Magazine – umframt hjá vanliga áhoyraraskaranum.

Bookingstjórin á Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur soleiðis í eini viðmerking:
“We're really happy to welcome the Faroese music export back to Iceland Airwaves. The FMX Showcase has become one of our core events and every year we see new Faroese acts that highlight just how vibrant and strong the music scene is there. It’s important for the Icelandic music scene to draw inspiration from the Faroese one and vice versa.” 

Umframt konsertirnar verður ein ráðstevnupartur fyrr um dagin tann eina dagin, har áhugavert pallborðskjak verður um evni, ið eru uppi í tíðini, við høvuðsrøðarum og við góðum netverksmøguleikum. Eisini her fara Føroyar at vera bæði sjónligar og virknar.

Framtíðarætlanir fyri restina av 2026
Glenn Larsen sigur víðari, at nógv annað er á veg:

«Tað verður ikki leingi til, at vit eisini fara at seta stóran dám á Jazzahead! í Bremen og stutt eftir á SPOT Festivalin í Århus og á The Great Escape í Brighton. Tá summarið er farið afturum, koma Waves Vienna, by:Larm í Oslo, Nürnberg Pop, Reeperbahn Festival í Hamburg, Viva Sounds í Gøteborg og ein røð av øðrum tiltøkum við sterkari føroyskari luttøku, har serligur dentur verður lagdur á føroyska tónlist – eins og tað verður á omanfyrinevnda festivalinum Iceland Airwaves. Hetta er bert partur av tí, vit arbeiða við í løtuni. Vit gleða okkum til at koma við einari røð av tíðindum frameftir,» endar Glenn Larsen.


Meira um Iceland Airwaves her: https://icelandairwaves.is/

Pressumyndireru at finna her.

Iceland Airwaves verður í ár í Reykjavík í tíðarskeiðinum 5. til 7. November 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder