Ítróttur

Fýra ár afturat við Bakkafrost

FSF og Bakkafrost hava undirskrivað nýggja avtalu, ið inniber, at alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í fýra ár afturat

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og Christian Andreasen, FSF-forseti - Mynd: Bakkafrost.com

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og Christian Andreasen, FSF-forseti - Mynd: Bakkafrost.com

2025-01-09 07:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt samstarv, ið hevur fleiri ár á baki, og nú er greitt, at Bakkafrost eisini verður høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í 2025, 2026, 2027 og í 2028.

– Vit síggja eitt stórt virði í føroyska fótbóltslandsliðnum, sum vit eisini halda er eitt gott umboð fyri Føroyar. Tí ynskja vit at halda fram við tí góða samstarvinum, ið hevur verið millum partarnar síðani 2012, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Eisini í Fótbóltssambandi Føroya eru tey fegin um nýggju avtaluna við alifyritøkuna á Glyvrum.

– Bakkafrost telist millum fremstu alifyritøkur í heiminum, við høvuðssæti í Føroyum, og tað er at fegnast um, at ein fyritøka sum Bakkafrost sær menningarmøguleikarnar hjá manslandsliðnum, samstundis sum fyritøkan ynskir at stuðla tí megnar arbeiði, ið verður gjørt á og rundan um landsliðið, sigur FSF forsetin, Christian Andreasen.

Í næstum fer føroyska manslandsliðið undir fyrireikingarnar til HM 2026 undankappingina. Føroyar eru í bólki L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar. Fyrsti dysturin verður leygardagin 22. mars, á útivølli móti Kekkia.

Dystaskráin (HM 2026)
22. mars Kekkia – Føroyar
25. mars Montenegro – Føroyar
9. juni Føroyar – Gibraltar
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia
8. sept. Gibraltar – Føroyar
9. okt. Føroyar – Montenegro
12. okt. Føroyar – Kekkia
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar

Hvørt tað verður Kroatia ella Frankaríki, ið endar í bólki saman við Føroyum, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum teirra millum, sum verða spældir 20. og 23. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder