Politikkur

Fundur um ferðslutrygd í Vága kommunu

Í samband við at ungdómsráðið var á fund við borgarstjóran í síðstu viku, har vórðu nógv ymisk evnir umrødd, millum annað ferðslutrygd!

2023-03-27 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Kommuna hevur, í eina tíð, arbeitt við at finna loysnir til at betra um ferðslutrygdina í bygdunum, og samstundis er ætlanin at endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri kommununa.

Í vikuni var fundur í ferðslunevndini har borgarstjórin, umboð frá teknisku deild, tvey umboð frá ungdómsráðnum og Mikkel Frandsen ferðsluráðgevi hittust.

Ymisk mál um trygd í ferðsluni vórðu umrødd, og umboðini úr ungdómsráðnum fingu møguleika at greiða frá sínum tonkum um trygdina á vegnum og um hvørjar broytingar dentur eigur at verða lagdur at fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá teimum ungu, serliga er tað ótryggleikin tá farast skal tvørtur um høvuðsvegin ið fylti nógv hjá teimum. Tað er týdningarmikið er at vit lurta eftir teimum ið vit skulu royna at verja, tá avgerðir sum viðkoma teimum verða tiknar.

Kommuna hevur avtalað fund við Landsverk og løgregluna, har millum tað sum verður á skránni  eisini verður tað sum ungdómsráðið hevur víst á, saman við øðrum avbjóðingum vit hava av ferðsluni í kommununi hjá okkum

Vit hava uppskot til loysnir, og saman við Landsverk og løgregluni koma vit vónandi á mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder