
Fundur í Føroya Váðaráði 19. juni 2025
Føroya Váðaráð hevur hildið 30. fundin og metir framvegis, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Búskapurin er í framgongd, men útflutningurin av laksi er raktur av bæði príslækkingum og øktum tolli frá USA. Lága arbeiðsloysið, lønarhækkingar og lága inflatiónin stuðla uppundir privatu nýtsluna. Rentulækkingarnar økja somuleiðis um tøkupeningin hjá húsarhaldunum, og rentulækkingarnar hava elvt til øktan eftirspurning eftir fígging, svara bankarnir í nýggjastu útlánskanningini hjá Landsbankanum. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 4,7% í apríl 2025 og stavar serliga frá øktum útlánum til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin til húsarhaldini var 6,9% í apríl 2025, meðan hann var 6,6% til kommunurnar. Útlánsvøksturin til privata vinnulívið var hinvegin negativur í apríl 2025.
Føroyski búskapurin er framvegis í framgongd við einum trýstum arbeiðsmarknaði. Sethúsaprísirnir eru øktir og halda á at veksa. Samlaði útlánsvøksturin er tó hóvligur og er ikki hægri, enn hann hevur verið seinastu árini. Føroyski útflutningurin til USA er raktur av tolli, sum er øktur úr 0% í 10%. Tað er serliga laksur, sum Føroyar útflyta til USA. Harafturat er altjóða útboðið av laksi økt, og tað hevur elvt til eina stóra lækking í prísinum á laksi. Árliga broytingin í útflutningsvirðinum av laksi var -5% í apríl 2025 samanborið við apríl 2024, hóast tað í nøgdum varð útflutt meira í sama tíðarskeiði, +13%.
Sambært hagtølunum um kortnýtslu er privata nýtslan ikki minkað. Tað kemur helst av lága arbeiðsloysinum (1,2% í mars 2025), lønarhækkingum, skattalættum, rentulækkingum og at inflatiónin er minkað, hóast prísirnir á gerandisvørum framvegis eru høgir. Vøksturin í sethúsaprísunum tykist at endurspegla, at útboðið ikki hevur megnað at fylgt nóg skjótt við eftirspurninginum, og tað er tí framvegis trupult at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Rentulækkingarnar, sum hava verið hetta seinasta árið, hava í fyrstu atløgu elvt til lægri bústaðarútreiðslur, men tær kunnu eisini hava viðvirkað til hægri sethúsaprísir.
Sambært útlánskanningini hjá Landsbankanum, er eftirspurningurin eftir fígging øktur eitt vet eftir at renturnar lækkaðu, og rentulækkingarnar hava eisini saman við lønarhækkingum økt um tiltøkupeningin hjá privatkundunum, siga bankarnir. Rentulækkingarnar hava somuleiðis betrað um fíggjarligu støðuna hjá vinnukundunum, men bankarnir síggja onga broyting í eftirspurninginum eftir lánum frá vinnuni.
Hagtølini fyri nettotilflyting vísa, at fleiri føroyingar eru fluttir av landinum seinastu tvey árini, enn tað eru flutt til Føroya. Tað eru serliga fólk í aldrinum 15 – 30 ár, sum flyta til og úr Føroyum. Ein orsøk til hesa brádligu vending frá nettotilflyting til nettofráflyting, kann koma av, at árgangirnir, sum eru fluttir av landinum, hava verið serliga stórir seinastu tvey árini. Ein onnur orsøk til at ung ikki eru flutt heimaftur, kann vera tann, at tað er trupult at sleppa inn á føroyska bústaðarmarknaðin.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 4,7% í apríl 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, og stavar hann serliga frá øktum útlánum til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 0,0% og samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 4,2% í apríl 2025. Útlánsvøksturin til kommunurnar var 6,6% meðan hann var 6,9% til húsarhaldini í apríl 2025. Útlánsvøksturin er minkaður til almennu fyritøkurnar, og hann er framvegis negativur til privatu vinnuna (-0,8% í apríl 2025).
Innlánini eru eisini vaksandi í føroysku bankunum; innlánsvøksturin var 10,7% í apríl 2025 frá føroyskum kundum, og samlaða innlányvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, var 2,7 mia. kr. í apríl 2025.
Sambært fyribils hagtølum fyri 2024 hava 8,5% av føroysku húsarhaldunum eitt skuldarlutfall omanfyri 3. Samlaða talið av húsarhaldum vaks við 260 húsarhaldum frá 2023 til 2024. Tað ber til at hava eitt høgt skuldarlutfall, hóast skuldin er lág, um inntøkan samstundis er lág. Verður einans hugt eftir húsarhaldum, sum hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr. og samstundis skylda meira enn tríggjar ferðir sína inntøku, vóru tey hinvegin bert 5% av húsarhaldunum í Føroyum. Tað vóru nærum 160 fleiri húsarhald í 2024, enn í 2023, sum skyldaðu meir enn tríggjar ferðir inntøkuna og samstundis høvdu eina skuld omanfyri 2 mió. kr. Flestu teirra skyldaðu millum 3 og 4 ferðir sína inntøku, meðan tað vóru færri, sum skyldaðu millum 4 og 5 ferðir inntøkuna ella omanfyri 5 ferðir inntøkuna.
Flestu húsarhaldini hava eitt lán við broytiligari rentu, og verða tí beinanvegin rakt av rentubroytingum; bæði tá rentan hækkar og tá hon lækkar. Flestu húsarhaldini gjalda tó niður á skuldina, og tað ger tey meira fíggjarliga mótstøðufør, tá rentan hækkar. 97% av skuldini hjá húsarhaldunum er við avdráttum, 10% av skuldini hevur fasta rentu, meðan 90% av samlaðu skuldini hjá húsarhaldunum hevur broytiliga rentu (apríl 2025).
Føroya Váðaráð metir ikke, at tað eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, og heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evnir
Roknskapartøl hjá bankunum
Úrslitið áðrenn skatt hjá føroysku bankunum meir enn tvífaldaðist frá 2022 til 2023, meðan úrslitið áðrenn skatt í 2024 var 792 mió. kr. tilsamans hjá teimum fýra bankunum, 16 mió. kr. hægri enn í 2023. Góða úrslitið kemur frá eini munandi betri grundinntøku, sum stavar frá einum øktum rentumarginali. Avkastið av eginognini var millum 6% og 15,8% hjá teimum fýra bankunum, meðan solvensurin var millum 25% og 36,6% við árslok 2024.
Nettrygd
Føroya Váðaráð fekk á fundinum kunning frá føroysku peningastovnunum um teirra arbeiði við nettrygd. Bankarnir kunnaðu um lógarásettu krøvini til millum annað KT-strategi og váðastýring, umframt tøknilig átøk sum firewalls og handfaring av trygdarbroti. Bankarnir royna sínar tilbúgvingarætlanir javnan, millum annað við at testa umstøður, har streymur ella netsambandið er burtur.
Veðurlagsbroytingar
Føroya Váðaráð hevur fingið kunning frá Havstovuni, Umhvørvisstovuni og Landsverki um tekin um veðurlagsbroytingar og vandar fyri, at summar veðurlagsbroytingar gerast til veruleika. Orðaði orkupolitikkurin og avbjóðingarnar við at fremja ymisk mál á hesum økið, varð eisini umrøtt.
Pensjónsskipanin
Føroya Váðaráð fekk á fundinum kunning um bygnaðin á føroysku pensjónsskipanini. Millum annað er føroyska pensjónsskipanin bygd upp av trimum súlum; eini almennari fólkapensjón, pensjón frá arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunninum og lógarbundnu pensjónsuppsparingini. Harafturat varð kunnað um, at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki er skattskyldug, meðan lógarbundna pensjónsuppsparingin verður skattað við inngjaldi. Eisini varð kunnað um mótrokningarreglurnar. Mánaðarliga útgjaldið eftir skatt av almennu pensjónini og pensjónini frá arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum er fyri støk um 13.400 kr., meðan hon fyri hjún er um 12.000 kr. per persón. Samlaða pensjónsuppsparingin hjá føroyingum í føroysku pensjónsfeløgunum og bankunum, og í donskum pensjónsfeløgunum, var góðar 13 mia. kr. í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald