Politikkur

Full semja um at lækka næmingatalið

Eitt einmælt løgting samtykti í gjár at lækka næmingatalið í føroysku fólkaskúlunum niður í 22. Broytingin hevur við sær, at meira tíð verður til einstaka næmingin.

2024-05-22 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Frameftir skulu ikki vera fleiri enn 22 næmingar í flokkunum í fólkaskúlunum. Nýggja skipanin verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026, tá byrjað verður við 1. flokki. Síðani verður hon rullað út yvir nýggju ár.

Eitt broytingaruppskot var millum aðru og triðju viðgerð frá samdari mentanarnevnd, sum ger greitt, hvat hámarkið fyri eini floksstødd eigur at vera. 

Samstundis letur uppskotið fyri møguleikanum, at lærari og leiðsla á skúlunum kunnu seta inn við eini tvílæraraskipan heldur enn at býta ein flokk í tvey, hóast hann skuldi farið uppum 22 næmingar.  
      
- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit fingu eina fulla semju um at lækka næmingatalið. Seinni í ár fara vit at gera aðrar broytingar, sum skulu skapa betri trivnað hjá bæði børnum og vaksnum, umframt at betra úrtøkuna hjá tí einstaka næminginum,  sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, í viðmerking.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder