Farið varð við Rituni av Hvannasundi, og tá komið varð á Kirkju, tók Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, ímóti.
Fyrst varð vitjað í Hattarvík, og síðani var fundur við fugloyingar á Kirkju. Dennis Holm, landsstýrismaður, greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum við smærru oyggjaleiðunum. Umrøtt varð eisini, hvussu verandi tænasta kann betrast, arbeiðið við at tillaga prísskipanina og nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.
Niels Juel Arge, stjóri á SSL, greiddi frá ymiskum viðurskiftum kring oyggjaleiðirnar hjá SSL, og eisini frá arbeiðsætlanini í samband við projekteringina av nýggjum skipi til Kalsoyarleiðina og nýggjum skipi til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.
Talan var um ein góðan fund. Fundarfólkið vísti á, at fugloyingar eru sera væl nøgdir við tænastuna frá SSL.
Í næstum gongur leiðin hjá landsstýrismanninum til Mykinesar, har sambandið til og úr Mykinesi fer at verða umrøtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald