Nú er fuglakrím staðfest í heimafugli í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýnir vóru tikin av fuglunum. Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar fyri fuglakrím. Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum. Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, og hevur tíbetur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.
Djórahaldið, ið er rakt av fuglakrími, er í Havnadali, og bæði høsn og gæs eru í djórahaldinum. Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða avlívaðir og burturbeindir, og økið skal liggja “tómt” í eitt tíðarskeið. Eisini er ein sona gjørd runt rakta djórahaldið, har serlig atlit skulu takast í djórahaldum við heimafugli.
Atlit, ið skulu takast í sonuni
- Djóraeigarar, ið hava heimafugl í sonuni, skulu hava eitt serliga vakið eiga við fuglunum.
- Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð um allan deyðan fugl í sonuni og metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum.
- Livandi fuglur skal ikki flytast út úr sonuni
Áheitan til almenningin
Fuglakrím hevur fyrr verið staðfest hjá skúgvi, svartbaki og súlu í Føroyum, og í nýggjum kanningum er fuglakrím eisini staðfest í havhesti, ravni, fiskimása, bládúgvu og kjógva. Hetta samsvarar væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum.
Heitt verður framvegis á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her hugsa vit serliga um rovfugl og heimafugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn við knattstøðu, um tað er møguligt. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á [email protected] ella á tlf. 556400.
Heitt verður eisini á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um illgruni er um fuglakrím í privatum djórahaldum, serliga um fleiri fuglar eru ávirkaðir.
Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.
Um so er, at deyður fuglur verður funnin tætt við hús og havar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Tó er týdningarmikið, at halda gott reinføri, um fuglurin skal takast upp:
- Ver í handskum
- Best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin
- Bind knút á posan, og koyr hann í skrell
- Vaska tær væl um hendurnar
- Vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin
Hvat kann gerast fyri at tálma smittuvandanum hjá heimafugli?
Nú sjúkan er staðfest í Føroyum, bæði hjá heimafugli og fleiri sløgum av villum fugli, kunnu eigarar av heimafugli taka nøkur fyrilit, fyri at verja fuglin ímóti smittuni.
Best er, at heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, tá verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Eisini er gott at fólk er hjá heimafuglinum, meðan fóðra verður, og at taka restirnar burtur aftur, tá ið fuglurin er liðugur at eta.
Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.
Annars vilja øll tiltøk, ið skerja samband millum heimafugl og villan fugl, og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.
Sjúkan
Fuglakrím er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Tó er ikki óvanligt at finna nógvar deyðar fuglar, áðrenn ein gerst varugur við sjúkutekin, og deyðatalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald