Politikkur

Fuglafjarðar kommuna gjørt samstarvsavtalu við Fíggjarmálaráðið

Fríggjadagin gjørdist Fuglafjørður 21. kommuna at gera avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar, so útivið 48.000 føroyingar eru nú fevndir av samstarvinum. 29 kommunur eru í Føroyum

2022-01-11 10:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjadagin gjørdist Fuglafjørður 21. kommuna at gera avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar, so útivið 48.000 føroyingar eru nú fevndir av samstarvinum. 29 kommunur eru í Føroyum. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, skrivaðu undir avtaluna í býráðssalinum í Fuglafirði. 

Avtalan hevur við sær, at kommunan kann fara undir at menna talgildar tænastur á Vanganum. Tórshavnar kommuna hevur verið á Vanganum frá byrjan, og Talgildu Føroyar eru komnar væl áleiðis við at menna talgildar tænastur til hinar 20 kommunurnar, ið eru fevndar av samstarvinum.  

Tað eru fyrimunir við felags menning av tænastum á Vanganum. Føroysku kommunurnar veita í stóran mun somu tænastur til sínar borgarar, og tær fáa tí stóran ágóða av at samstarva um menning av talgildum tænastum. Minsta kommunan hevur slakar 40 borgarar, meðan høvuðsstaðarkommunan hevur umleið 22.000 borgarar. Málið er, at uttan mun til hvar tú býrt, skalt tú hava atgongd til talgildar tænastur á høgum støði, har trygd, skynsemi og atkoma fyri øll eru sett í miðdepilin. 

Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur frá byrjan verið, at øll skulu kunna luttaka í Talgildu Føroyum, og fáa atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Samanlagt rinda hesar 21 kommunurnar 23,6 mió. kr. fyri menning av øllum loysnunum hjá Talgildu Føroyum. 

Tað hevur stóran týdning, at Talgildu Føroyar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum, og at vit samstarva tvørtur um allar geirar um at gagnnýta talgilda undirstøðukervið. Føroyingar hava tikið væl ímóti loysnunum hjá Talgildu Føroyum, og eg eri sannførdur um, at talgildu Føroyar eru einar Føroyar, har tað er lættari at vera borgari og bíligari at reka samfelagið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder