Flaggdagshald í Vágum 2024.
Góðu áhoyrarar tað kann ikki vera nakað, sum sameinir eitt fólk meira enn flaggið og tjóðsangurin. Hesi bæði kunna nerta við kenslur, sum røkka inn á bein.
Vit kenna tað øll. Vit standa og bíða eftir at ein landsdystur skal setast ígongd, íðkarar standa klárir og fúsir at fara í dyst undir merkinum, sum er vundið í húnar hátt og tjóðsangur okkara “Tú alt fagra land mítt” ljómar. Ein løta sum rørir hjartastreingir.
Vit minnast til dømis aftur á januar mánað í ár, tá ið manslandsliðið í hondbólti umboðar okkum í Berlin, Merkið veitrar og tjóðarsangur okkara ljóðar. Tað sama hendi í vár við kvinnulandsliðnum í hondbólti. Hesar løtur vekja kenslur. Ella aðrar hátíðarløtur har skrúðgongur koma gangandi við Merkinum á odda. Tað veri seg á Grækarismessu, á Ólavsøku, á stevnum kring landið eitt nú sum í dag á okkara Flaggdegi. Merkið verður eisini nýtt, tá ið meiri álvarsløtur eru, men framvegis løtur har boðskapurin við flaggi, nemur okkara kenslur.
Øll eru vit góð við flagg okkara og tjóðsangin, men rætturin at brúka Merkið og føroyska málið er ikki komin av sær sjálvum.
At vit í dag kunna savnast undir merkinum er ikki sjálvsagt. Leiðin higar hevur verið merkt av seiggi, treiskni og stríði, sum bert kemur frá einum innarligum tokka og alski til hettar veðurbarda stað, og ynskinum um at verða viðurkent sum eitt fólk.
Tað vit vita um, hava føroyingar ikki havt egi merki ella egi flagg at savnast um. Heldur ikki tá vit vóru í stríði. Flaggsøgan í Norðurlondum er ikki aldargomul. Elsta flaggið er Dannebrog, sum í 1219 sigst koma dalandi av himli í Estlandi. Svenska flaggi um 1550, norska flaggið 1821. Íslendska 1913.
Fyrsta búmerki føroyinga, vit við vissu vita um, er veðramerkið, sum er varðveitt í einum brævi frá 1533.
Síðan hevur veðramerkið verið brúkt í ymiskum sambandi, í innsigli hjá kongi og øðrum við. Veðrarmerkið er enn í dag eitt búmerki, sum ímyndar almennu Føroyar.
Vaksandi tjóðskaparrørslan í Føroyum seint í 19. øld hómast ein tráan eftir einum savningarmerki hjá føroyingum, tó at veðrarmerkið bleiv brúkt víða um landið til hátíðir.
Í 1889 bleiv Føroyingafelag stovnað fyri at vinna okkum tjóðskaparligt frælsi og føroyska málinum viðurkenning. Henda rørsla brúkti tjaldursmerki, allarhelst við Nólsoyar Páll sum íblástri, tí Nólsoyar Páll skýrdi seg sjálvan Tjaldrið í Fuglakvæðinum.
Síðst í 19. øld fáa føroyingar sær eisini skip, sum kundu fara á fjarleiðir, og tað er eyðsæð, at føroyingar við føroyskum skipum vilja vísa eitt heimstaðarmerki eins og aðrar tjóðir staddir langt burturi á fjarleiðum. Føroyingar á skipi kendu seg, sum føroyingar, ikki annað, og tí bleiv tjaldursflaggið ikki so sjáldan brúkt.
Fleiri hildu tó, at tað var ikki hóskandi at brúka eina djóramynd, sum siglingarflagg ella tjóðarflagg.
Føroyingar lesandi í Keypmannahavn fáa íblástur frá íslendingum, ið fingu sítt egna flagg í 1913. Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva egnan bát, so má skútan hava eitt felags merki, varð hildið.
Hesir ungdómar settu sær fyri at gera eitt rættuligt føroyskt flagg, og 2. mars 1919 varð flaggið einmælt góðkent í Studentarfelagnum. Millum studentarnar kunnu nevnast Janus Øssurson, Jens Olivur Lisberg, Ninna Jacobsen og Louis Zachariasen.
At byrja við varð nýggja flaggið brúkt, tá føroyingar komu saman í Danmark, men tá Jens Olivur Lisberg fór heim í summarfrí á sumri 1919, hevði hann flaggið við sær. Hann vant tað á stong í heimbygdini Fámjin fyrstu ferð 22. juni í 1919.
Um hesa tíð, fyrst í 20. øld vórðu nógv ungmannafeløg stovnað í kjalarvørinum av tjóðskaparvekingini, og hesi ungmannafeløg gingu á odda at brúka hettar flaggið. Í fyrstani verður flaggað við veðra- og tjaldursmerkinum, men eftir fáum árum var bert Studentaflaggið, ella Merkið, brúkt á fólkafundum og øðrum samkomum.
Vert er at nevna, at onnur uppskot, um føroysk flagg, hava eisini verið. Í 1925 hevði Sverri Patursson úr Kirkjubø eitt uppskot um eitt krossflagg við reyðum botni og bláum krossi. Bróður hansara, Sigert, hevði somuleiðis eitt uppskot um eitt flagg.
Nýtslan av flaggi føroyinga vaks í hvørjum, og umboð fyri danskar myndugleikar í Føroyum hóvaðu ikki hesum. Fleiri orrustur millum føroyingar og danskar myndugleikar her á landi standast av hesum.
Fyrsti maður sum dró føroyska flaggið á stong í løgtingshúsinum var Jóannes Patursson. Hettar var í 1928. Støðan var soleiðis, at norðmenn vitjaðu og nógv stríð stóðst av hesi vitan, tí danskir embætismenn í Føroyum vístu stóran tvørleika, tá talan var um, hvussu flaggast skuldi. Støðan var somikið spent, at árið eftir í 1929 merktist hettar millum fólk, so hvørki Løgtingið ella havnarfólk flaggaðu, hvørki við Merkinum ella Dannebrog á Ólavsøku.
Stríðið um flaggið í Føroyum flutti seg eisini út um landoddarnar. Íslendingar høvdu 1930 boðið føroyskum umboðum at taka lut á 1000 ára hátíðarhaldinum til minnis um stovnanina av Altinginum. Merkið var vundið á stong eins og hini, men hettar fekk øði í formannin í danska javnaðarflokkinum Thorvald Stavning, sum var forsætisráðharri um tað mundið. Hann kravdi, at Merkið skuldi strikast alt fyri eitt. Íslendingar vóru harmir um støðuna, men máttu ganga danska ynskinum á møti.
Illvilji var frá ávísum pørtum um at flagga við føroyskum flaggi við tinghúsið á Ólavsøku 1930. Eftir ein fólkafund á Doktaragrund úti á Tinganes, ferð ein mannamúgva niðan til tinghúsið við kravi um, at flaggast skal við Merkinum. Løgtingsformaðurin vildi tó ikki gera, sum mannamúgvan ynskti, tí tók mannamúgvan sjálv stig til at heysa Merkið.
Allarhelst er hettar ein avleiðing av hendingini í Íslandi mánaðin frammanundan, har Stauning fekk Merkið niðurtikið.
Ósemjan var stór hesa Ólavsøkuna 1930, tí dagin eftir luttaka bert 11 tingmenn av 23 í gudstænastuna, hinir 12 settust aftur, tí prædikað varð á donskum. Eftir gudstænastuna verður farið niðan í Tinghúsið. Ein mannfjøld krevur at danska flaggið verður tikið niður, og hitt føroyska verður sett ístaðin. Ikki var møguligt at fáa føroyska flaggið upp at hanga, tí løgreglufólk stóðu fyri, men Páll Patursson fer ístaðin uppá loftið í Tinghúsinum, og hongur Markið út av vindeyganum við orðinum “Leingi livið tað Føroyska flaggið”, og Amtmaðurin svarar “Tag den kuld bort”.
Seinri sama dag fór mannfjøldin út á Skansan, tóku danska flaggið niður og settu føroyska ístaðin. Sum vera mann stóðst nógv hóvasták av hesi hending, men í 1931 verður reist stong á Tinghúsvøllinum, har Merkið veittraði á Ólavsøku, meðan Dannebrog veittraði á Tinghúsinum. Henda støða bleiv skiftandi komandi árini alt eftir meirilutanum á løgtingi.
Á Sjónum
Ein partur av stríðnum, at vinna okkum rættin at bera egið flagg varð tikin av skiparum umborð á føroyskum fiskiskipum. Stríðið at brúka føroyska flaggið var ikki vandaleyst, tí teir kundu missa grønlansloyvið (at fiska undir Grønlandi) ella fáa bøtur. Kortini hildu fleiri skiparar á at brúka Merkið fram um Dannebrog. Teir mest Tjóðskaparsinnaður argaðu harafturat donsk verjuskip, heldur enn at strika føroyska flaggið.
Fyrsti bátur undir føroyskum flaggi var Skúvoyarbáturin ‘Sigmundur’, sum kom á Ólavsøku í 1920. Søgur siga eisini frá, at motorbáturin ‘Tórgrím’ úr Sandvík í 1922 er fyrsta deksfar undir føroyskum flaggi.
Søgukøn vilja vera við, at Sluppin ‘Neptun’ heimahoyrandi í Vestmanna, sum Óla Jákup Christoffersen skipari keypti úr Noregi í 1923 er fyrsta skip og Óla Jákup fyrsti skipari, sum bert sigldi undir føroyskum flaggi.
Einaferð, tá Neptun lá á Vestmanna, kom krav frá verjuskipinum ‘Beskytteren’, sum eisini var komin inná Vestmanna, um at Neptun skuldi strika føroyska flaggið. Óla Jákup hugaði ikki hesum, og søgan sigur, at hann heldur enn at strika flaggið sigldi tríggjar ferðir runt um Beskytteren, meðan hann heilsaði við føroyska flagginum, hann ‘kippaði sum tey siga, men føroyska flaggið bleiv ikki tikið niður fyrrenn sólin tók at seta. Annars er at siga, at Neptun fekk eina syrgiliga lagnu. Hon fór við mann og mús 3. mai 1934 undir Ísland. 23 mans sjólótust, og er hettar størsta vannlukka á sjónum í føroyskari siglingarsøgu. 9 av manningini vóru úr Mykinesi.
Nógvir skiparar sigldu bara undir føroyskum flaggi eftir 1930. Amtmaðurin ilskaðist inn á støðuna og spyr danska Løgmálaráðið, um ikki eitthvørt skal gerast, men har frá er svarið “einki skuldi gerst”. Mestur hava tey í Løgmannaráðnum hugsað, at eitt og hvørt átak bert vildi gera støðuni verri.
Amtmaðurin helt tó fram at andøva ímóti rákinum og gjørdi lívið trupult hjá fleiri teirra, sum sigldu við føroyskum flaggi. Eitt nú tá hesir skulda hava Grønlandsloyvi at fiska undir Grønlandi. Onkuntíð sýtti hann hesum loyvi ella seinkaði viðgerini. Summir fingu trupulleikar at fáa lán í danska fiskaríbankanum og tí heldur ikki statslán.
Tá Danmark verður hertikið av týskum, tann 9. apríl 1940 og Føroyar av bretum, tann 13. apríl sama ár, fær hettar avgerandi ávirkan á stríði føroyinga fyri egnum flaggi. Beinleiðis sambandið millum Danmark og Føroyar verður kvett.
Tá vit hoyra søguna um hendingar í apríl 1940, tá verður borið fram, at tað var admiralitetið í Aberdeen (Skotlandi), sum ásetti at Føroysk skip skuldu ikki sigla undir Dannebrog við átekningini “Denmark” á skipssíðuni, men við Føroyskum flaggi og átekningini FAROE.
Rætt er tað, men vert er at hava í huga, at tað var ikki sjálvgivið at føroyingar fóru at sigla undir Merkinum. Stríðið um hvat fyri flagg føroysk skip skuldu sigla undir gekk heitt í Havnini hesar dagarnar í apríl 1940.
Amtmaðurin í Føroyum stríddist fyri, at Føroyingar framhaldandi skuldu sigla undir donskum flaggi, men hervaldið í Skotlandi vildi ikki loyva hesum. Sum eina neyðloysn ætlaði bretski konsulin í Føroyum, at føroyingar skuldu sigla við einum gørnum flaggi við hvítum krossi. Hettar hóvaði nógvum føroyingum illa, og trýstið bleiv somikið stórt á bretska konsulin, at ætlanin við tí grøna flagginum við hvíta krossinum, varð slept. Trýstið vissaði bretska konsulin um, at føroyingar av innastu sál ynsktu, at skip teirra skuldu sigla undir merkinum. 25. apríl 1940 klokkan 17.00 fekk amtmaðurin í bræv at vita frá bretska konslinum, at Merkið, hvíta flaggið við reyðbláa krossmerkinum skuldi veitra á øllum føroyskum skipum, og seinni sama kvøld berur bretska útvarpið BBC føroyingum tíðindini.
Danski sendiharrin í London royndi enn einaferð at broyta bretsku avgerðina, men bretar hildu fast við avgerðina við støði í ynskinum hjá føroyskum skiparum, sum vóru staddir í Aberdeen um hálvan apríl 1940. Hesir skiparar høvdu vent sær til Naval Control Service Officer i Aberdeen og fingu hann at loyva føroyskum skipum at sigla undir føroyskum flaggi heldur enn at sigla undir bretskum flaggi. Avgerðin stóð við.
Skip úr Vágum eiga sín stóra lut í hesi søgu. Miðvágstrolarin “Nýggjaberg” sum Mortan Mortensen á Argjum førdi, strikaði danska flaggið 9. Apríl 1940, sama dag sum Danmark bleiv hersett, og sigldi úr Orkney til Føroya undir føroyskum flaggi.
Sørvágssluppin “Eysturoygging”, við Hans Mikkelsen úr Sørvági sum skipara, bleiv 12. apríl 1940 steðgað av bretskum herskipum við Orknoyggjarnar, undir donskum flaggi. “Eysturoygging” slapp at halda leiðina fram undir Føroyskum flaggi. Tá Eysturoygging kom fram til Aberdeen 15. Apríl, komu fólk umborð eftir føroyska flagginum, og eftir hesum flaggi vórðu fløgg seymað til hini føroysku skipini, sum vóru har um hettar mundið.
Í 1949 samtykti løgtingið at 25, apríl er flaggdagur føroyinga.
Vága kommuna (Fyrsta flaggdagshald í Sandavági.)
Úr gerðabókini hjá Jesar Hansen um Sandavágs sangkór veit Heini F. Petersen at siga frá hesin hending.
- apríl 1948 var fingið í lag ein prýðilig skrúðgonga í Sandavági. Byrjað var úti á Bakka “úti á Gjógv”, tað sum vit í dag kenna sum “Fiskastykkið”. Har vóru harmonikur og trummur við í skrúðgonguni, harafturat vóru 10 fløgg við í skrúðgonguni. Á odda gingu Jesar Hansen og Niels Marius Petersen í føroyskum klæðum, við hvør sínum flaggi. Skrúðgongan helt leiðina norðureftir fram til Minnisvarðan, meðan harmonikur spældi lagið “førum fram yvir dalar og fjøll”. Við minnisvarðan sang Sandavágs sangkór nakrar sangir, og fyrsti lærarin í Sandavági, Pól Joensen, førdi fram flaggrøðuna, har hann tosaði um kærleika og virðing fyri flagginum. At enda var felagssangur við tjóðsanginum “tú alt fagra land mítt”. Skrúðgongan helt síðan leiðina inn á Tváttá, og so vendi skrúðgongan heimaftur gjøgnum bygdina og út á bakka, har Jesar Hansen takkaði fyri luttøkuna og tey sungu “ljós yvir landið”. Har luttóku 150 fólk í skrúðgonguni, ið er nógv fólk fyri ein lítla bygd í 1948.
Flagdagshaldið var møguligt, tí 25. apríl í 1948 var ein sunnudagur. 1955 fingu skúlarnir sambært lóg frí á flaggdegnum.
Flaggdagur bleiv hálvur frídagur hjá arbeiðarafjøldina í 1956 (Havnin), 1958 (Føroya arbeiðarafelag), hattar bleiv gjørt í avtalu millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar.
Fast flaggdagshald hevur verið í Miðvági og Sandavági síðani fyrst í trýssinum, sum byrjaði, tá felagsskúlin á Giljanesi kom. Børn í Miðvági og Sandavági savnaðust í hvør sínari bygd, og gingu skrúðgongu til felagsskúlan, har tey í felag fylgjast tað síðsta pettið niðan til flaggdagshaldið. At byrja við bleiv flaggdagshaldið hildið uttanfyri, men síðan ítróttarhøllin kom í 1984, hevur haldið verið hildið innandura.
Sørvágs kommunu.
Sambært heimilda fólki, Sonni Jacobsen, eru myndir frá flaggdagshaldi í Sørvági frá seinra helmingi av hálvtrýssunum. Tað er soleiðis, at skúlanir fingu frí á flaggdegnum í 1955 og í 1958 fingu arbeiðarafeløgini somuleiðis hálvan frídag henda dag. Soleiðis hevur hesin dagur røtur aftur til hettar tíðarskeiðið í okkara søgu.
Flaggið og málið liggur okkara hjarta nær, umráðandi er tí at minnast og læra av søguni. Vit muga læra at virðismeta stríðið hjá teimum sum undan fóru. Tíðir broytast halda vit, men eru tær broyttar? Vit stríðast framhaldandi fyri viðurkenning í altjóða samfelagnum. Fyri ikki so langt síðan eru vit boykottaði, av EU og Danmark, ikki frá at fara til Grønlands, men í útflutningi av ávísum fiski og møguleikanum fyri at koma í teirra havnir. Málið er undir trýsti, ikki frá donskum, men enskum.
Læran er, tað kostar at standa við sítt, summi hava goldið nógv, men tað loysti seg. Hettar er framhaldandi galdandi, tí hevur tað týdning at halda flaggdagin og minnast.
Eg skal at enda við at lesa upp fyrsta og síðsta ørindi úr yrkingini hjá Gunnar Dahl Olsen um flaggið. Gunnar bleiv ástartikin í flagginum og skrivað í 1919 til á várið 1920 hesa yrking sum eg nú, í pørtum, lesi úr.
Reytt sum blóð og fannhvítt
og blátt sum havsins bylgja.
Ver heilsað Føroya flaggið frítt,
sum føroyingum skal fylgja.
Frá vøggu til svørtu grøv
yvir lond og yvir høv.
…
Føðiland, Guð signi teg
og merkið, sum tú eigur.
Lukku land, tær ynski eg
og merki tínum heiður.
So leingi sólin kyndar brand
verjast skal mítt flagg og land.
Takk fyri tit sum lýddu á, takk til tykkum sum skipa fyri og hjálpa til.
Blíðan byr á leið tykkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald