Tað er væl og virðiliga prógvað, at tá børn eru virkin í sunnum og væl skipaðum felagsskapum, ja, so er munandi minni sannlíkt, at tey enda á skeivum og skaðiligum leiðum - eitt nú við rúsevnum og kriminaliteti.
Tað er eisini prógvað, at tað økir um sálarheilsuna at vera virkin saman við øðrum. Hartil koma kropsligu, kognitivu og sosialu fyrimunirnir.
Tað eru óteljandi fyrimunir av at fáa børnini inn í skipað tilboð - og pengarnir, sum tað kostar, kunnu roknast sum beinleiðis fyribyrging ímóti, at tey enda á skeivum leiðum. Ger tey tað, gerst tað av sonnum dýrt – bæði í menniskjalagnum og í pengum.
Verði eg vald í býráðið, verður frítíðarkortið eitt tað fyrsta, eg fari at arbeiða við, tí vit mugu tryggja øllum børnum og ungum í Tórshavnar kommmunu sama møguleika at vera virkin og at vera við - sama hvør fíggarstøðan hjá foreldrunum er.
Elin Heðinsdóttir Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald