Mentan

Franski sendiharrin hittir mentamannin og týðaran, Eilif Samuelsen

Franski sendiharrin í Danmark vitjar í Føroyum í hesum døgum, og í gjár, 27.mai, nýtti hann høvið at hitta mentamannin og týðaran, Eilif Samuelsen, sum fylti 90 ár mikudagin 22.mai.

2024-05-28 06:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eilif Samuelsen hevur týtt stórt tal av klassikarum í heimsbókmentunum til føroyskt. Millum hesar bøkurnar eru fleiri úr franskari mentan. Trý fylgjandi ár, í 2021, 2022 og 2023 komu bindini av verkinum Essais eftir Michel de Montaigne út. Landsstýriskvinnan, Sirið Stennberg, læt Eilifi Samuelsen Heiðursgávu Landsins í 2023, ikki minst vegna hetta megnarverk. Heiðursgáva landsins verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Og tað var í neyvt somu ørindum, at franski sendiharrin, Christophe Parisot, setti Eilifi Samuelsen stevnu í dag til eitt prát um arbeiðið, og hvat tað er, sum inspirerar hann til ágrýtna týðaragerningin. Eilif greiddi frá, hvussu orðið Essais, hevði hugtikið hann frá ungum árum og ført leið hansara til Michel de Montaigne. Tað var ein áhugaverd løta saman við merkismanninum, sum hevði abbasynirnar, Høgna og Rúnar Reistrup við sær í fylgi. Við á fundinum vóru eisini, Carl Engelsen, stjóri á Franska Instituttinum í Keypmannahavn, eins og Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum.

Sendiharrin handaði Eilifi Samuelsen eitt takkarbræv fyri at hava gjørt eitt so týdningarmikið franskt tríbind atkomuligt á føroyskum og legði afturat orð Umberto Eco, at týðing er tungumálið í Europa. Harumframt nýtti hann høvið at ynskja Eilifi til lukku við níti ára degnum herfyri. Og Eilif handaði sendiharranum eitt signerað føroyskt eintak av triðja bindinum av Essais til minnis um góða og gevandi fundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder