placeholder
Vinna

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

.

2026-03-25 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Hagstovan:


Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin.

Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis lítil í mun til onnur ár og toskurin var rættiliga rak. Nøgdin av hýsu var framvegis stór og var hetta mest smá hýsa. Hýsan var eisini rak í mun til onnur ár. Lítið var at fáa av longu, men nakað tað sama av upsa og gulllaksi. Eins og seinastu tvey árini vóru kalvaspraggur at fáa. Lítið var at síggja av nebbasild í toskamagum.

Øll túrfrágreiðingin sæst við at trýsta her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder