Politikkur

Framvegis fleiri enn 90 tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum

Skúlarnir hava søkt eftir lærarum til 122 størv til komandi skúlaár, 30 føst størv og 92 tíðaravmarkað størv.

2024-06-17 10:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skúlablaðið skrivar:

Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum fyri lærarar og skúlaleiðarar, ið eru í farloyvi. Í fjør varð søkt eftir 99 tíðaravmarkaðum størvum í skúlanum, men tá vóru bara 34 lærarar og skúlaleiðarar, ið vóru í farloyvi. Tað vóru altso 65 fleiri tíðaravmarkað størv enn tað vóru lærarar í farloyvi. Hvussu nógvir lærarar og skúlaleiðarar fara í farloyvi komandi skúlaár, er okkum ikki kunnugt, men ábendingar eru um, at tað eru ikki færri enn hetta skúlaárið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder