Vinna

Framløgudagurin um Fiskivinnuroyndir

Fríggjadagin 21. mars 2025 var árligi Framløgudagurin um Fiskivinnuroyndir hildin á Hotel Hilton, og sum altíð hepnaðist dagurin væl.

2025-03-26 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, byrjaði dagin við at siga nøkur orð um tiltakið.

Hann fegnaðist um, at bæði umboð fyri vinnuna og granskingarumhvørvið vóru til staðar.

Nú Fiskivinnuroyndir eru umskipaðar nakað, er tað hansara vón, at vinnan og granskingarumhvørvini finna saman, og at tað, burtur úr hesum, spretta nógvar góðar og viðkomandi verkætlanir, sum eru rættaðar móti vinnuni, og at hesar verkætlanir í komandi tíðum verða allari vinnuni at frama.

Síðan greiddu nøkur teirra, sum hava fingið stuðul frá Fiskivinnuoyndum, frá sínum verkætlanum og hvat er komið burturúr.

[object Object]

Hendan dagin vóru tað 8, sum høvdu framløgur um m.a. makreltrol, ljósreka, hond-ctd, at pilka høgguslokk, um støðuna á Føroyabanka, um taraskóg sum uppvakstrarøki, um ótroytt tilfeingi og um innvigingartøl til stovnsmetingar.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder