Politikkur

Frágreiðing frá Landsfundi Miðfloksins

Landsfundur Miðfloksins var á Hotel Hafnia í gjár. Gott og væl 60 luttakarar vóru á fundinum, har m.a. tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Leif Høj og Fimmbogi Poulsen tóku ikki við afturvali, og í nevndina fyri teir vórðu vald Aksel Kambskarð Berg og Mia av Kák Joensen. Valdir sum tiltakslimir vórðu Dànjal av Rana og Símun Hansen.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2023-12-03 14:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gestarøðarar á ársins landsfundi vóru Bárður Larsen, lektari og løgfrøðingur og hjúnini Heidi og Erland Tvørfoss.

Bárður Larsen helt fyrilestur um m.a. mannarættindi. Hann vísti á, hvussu vit ov lættliga lata ST- ella aðrar altjóða sáttmálar, ásetingar ella tilmæli binda okkum sum tjóð. Hetta forðar mangan tí neyðug politiska kjakinum. Hann metti, at fyrst tá vit hava havt neyðuga kjakið innlendis, er støðan búgvin til at taka undir við slíkum sáttmálum- ella ikki.

Heidi og Erland vóru stødd í Ísrael tann 7. okober tá ið Hamas leyp á Ísrael. Á ein livandi hátt greiddu tey frá túrinum og upplivingum teirra. Eisini hava tey bæði stórt innlit í Ísraelsk viðurskifti, og kjakið frá áhoyrarunum um syrgiligu støðuna í Ísrael var lívligt.

Jenis av Rana greiddi í sínari formansrøðu frá týdinginum Miðflokkurin hevur í føroyska samfelagnum, millum annað við at vísa á søgulig avrik. Hann vísti á vandamiklu politisku kósina, ið verður hildin, har kristnu virðini miðvíst verða skúgvað til viks, har ongi sosial atlit verða víst og har ongin virðing verður víst arbeiðsskapandi vinnuni.

Kjakið millum luttakararnar var m.a. merkt av sokallaða skattalættanum. Víst varð á, at hesin als einki gevur teimum á lægstu rókum, meðan fíggingin av hesum lætta til tey ríku verður tikin inn frá øllum, eisini teimum, sum ringast eru stødd, teimum, sum ongan lætta fáa.

Fundarfólkið harmaðist um byrðarnar, ið lagdar verða á tey veikastu. Nevnd vórðu eykagjøldini á heilivág, á skúlabarnaflutning, á brennievni og orku- og á niðurlagingina av sálarfrøðiliga tilboðnum. Harmast varð um minkandi føðitølini og heitt varð á politikarar floksins um at skipa fyri serstøkum fíggjarstyrki til nýføðingar.

Samanumtikið ein væl eydnaður og gevandi fundur.

Skriva hava Ólavur í Geil, skrivari floksins og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

----------------------------------------

Formansrøðan á landsfundi Miðfloksins h. 02. 12. 2023

Mánakvøldið og týsdagin høvdu óivað fleiri okkara tann forrætt at hoyra og síggja Oslo Gospel Choire. Kórið var í Lívdini og gav gott og væl 1500 føroyingum eina ótrúliga uppliving. Á trimum konsertum, sum vardu í tveir tímar hvør, góvu tey okkum boðskapin um Jesus á ein hátt, sum uttan iva tók flestu okkara á bóli.

Kórið er 35 ára gamalt, og stovnarin og kórleiðarin, Tore Aas segði okkum eina sanna søgu, sum førdi til yvirskriftina til landsfundarrøðu mína. Hann sigur frá, at tá tey royndu at fáa fyrstu plátina givna út, vísti hetta seg ikki at vera so einfalt. Eitt av kendu plátufløgunum vildi tó royna, men treytin var, at Jesus varð tikin úr sangunum, tey sungu! Jú, tú hoyrdi rætt, navnið ”Jesus” skuldi takast úr sangum teirra, áðrenn plátufelagið vildi gera eina avtalu.

Men, greiddi Tore frá,  tað gekk ikki long tíð, so fór felagið av knóranum, men kórið segði hann, tað hevur nátt 35 ára aldur.

Og so sungu og spældu og gleddust og tilbóðu tey og vit Jesusi saman, og vórðu lyft upp á andaligt støði, sum bara Jesus megnar at lyfta síni á- Halleluja

So yvirskrift mín fyri røðuna, sum í ár, vegna happing, verður styttri enn vanligt, er:

Meira av Jesusi, meira av Kristusi!

Hyggja okur at ikki bert heimsstøðuni, men eisini dagsaktuellu støðuni í landi okra, so er hon tíverri tann, at onnur enn Jesus verða spurd til ráðs og sleppa at verða ráðgevarar í torførastu spurningum hins einstaka og tjóðanna. Jesus verður settur á síðusporið, og sum skilakvinnan Anna Graham Lotz so beinrakið skrivaði í sambandi við skotbardagar í skúlunum í USA, so kunnu vit ikki vænta annað enn neyð, sorgarleikir og trupulleikar, um Jesus verður settur til síðis. Tá enda vit í trupulleikum, sum hann annars kundi hjálpt okkum við- og ígjøgnum.

Varð meira av Jesusi, var Jesus spurdur meira til ráðs, so hevði støðan veri mangan ørðvísi, bæði í Føroyum og á heimsplani, t.d.:

Í Ukraina, har børn, ung, gomul, mammur, pápar, frísk, sjúk, liva í ótta og dagliga miskunnarleyst verða dripin,

Í Ruslandi, har mammur og pápar, børn og foreldur, systkin, ommur og abbar í djúpasta vónloysi bíða fyri og syrgja síni falnu, í einum høpisleysum kríggi, sum bert hevur taparar.

Í okkara elskaða Ísrael, har djúpasti óndskapurin bráddliga, leygardagin h. 7. oktobur, fekk eitt andlit. Og har hendingar, sum vit hildu aldrin fóru at henda aftur, gjørdust veruleiki, meðan óndskapurin fegnaðist og fegnast í gøtunum, eisini á okkara leiðum.

Í Gaza, har menniskju verða brúkt sum skjøldur og miskunnarleyst verða ofraði fyri at forða fyri, at tey seku í illgerðunum verða funnin og drigin til svars fyri gerðir sínar.

Og vit kundu tíverri hildið á við londum og økjum sum Iran, Eritrea, Norðurkorea, Kina og India og tíverri mongum, mongum øðrum, har eitt mannalív, har eitt menniskja, onki virði hevur. Apropos India og Kina: har hava so tveir av leiðandi politikarum okkara júst verið á ”vinarvitjan”. Í hesum londum har fangahús  og arbeiðslegur eru full av vinum Jesusar- fólkum sum tær og mær. Fólkum, sum onki skeivt hava gjørt, men hava bjóðað Jesusi framat sum Frelsara og ráðgeva í lívi teirra.

----------------------------

Fyri góðum tríati árum síðani møttust nakrir ørkimlaðir menn á gonguteiginum uttanfyri gamla apotek. Allir høvdu verið á- og komu av sama politiska floksfundi, men høvdu hvør í sínum lagi tikið avgerð um at fara úr sama flokki. Uttan svørðslag ella leikan í fóru teir ein og ein út gjøgnum dyrnar og søgdu flokkinum, teir høvdu verið virknir í, farvæl. Tá vóru fleiri flokkar enn í dag, tvs., at var hugur til politik, so bar væl til at finna sær sess í øðrum flokki.

Úti á gonguteiginum tosaðu teir saman, og fáar vikur seinni var fyrsti fundurin hildin í flokkinum, sum fekk navnið Miðflokkurin. Í dag hugsi eg, at teir og tær tordu væl. Har vóru Tordur, Bill, Jón Miðberg, Sanna Hammer, Pól Jóhan Djurhuus, Jørgin Frantz, Dia, Hjaltalin, Svenning av Lofti, Hans David Petersen (pápi Steffan, sum situr her í dag) og, nei lat mje steðga við nøvnum, áðrenn ov nógv fara at kenna seg gloymd. Men tað hevði so ikki verði við vilja, um so var. Jú,tey vóru mong, sumfrá fyrsta degi settu garð um Miðflokkin.

Tað var ein góð avgerð, sum varð tikin hendan dagin, haldi eg. Úr rúgvuni av úrslitum minnast flestu óivað:

Fosturtøkurnar, har talið um hetta mundið táttaði í tær 100 árliga. Hugsa tær- 4-5 skúlaflokkar vórðu ofraðir árliga. Tey vórðu noktaði rættin til lív, heldur enn at veita foreldrunum ta hjálp, sum teim tørvaði, fyri at bera nýggja føroyingin í heim. At talið er nógv minkað, gleðast vit um, men vit kunnu ikki gleðast um, at tað enn er á einum tali, sum svarar til ein heilan skúlaflokk.

Í hesum døgum verður roynt at orða eina nýggja fosturtøkulóg, inniliga áheitan mín til tykkum øll er at biðja! Verði miðvís í bønum tykkara, taki tað við á bønarfundirnar í samkomum og kirkjum tykra, at hetta arbeiða má enda við einari lóg, sum verjir ófødda barnið.

Eitt av glæsiligastu úrslitunum frá farna samgonguarbeiði Miðfloksins er sendistovan í Ísrael. Neyvan vóru tað onnur enn tey mest trúarsterku, sum væntaðu, at Føroyar nakrantíð fóru at fáa eina sendistovu í Heilaga landinum. Men so varð, og úrslitini av hesum sigri er ikki bert at okur hava fingið ein heiðurskonsul í Føroyum, men at mong sambond á ymiskum økjum eru og verða knýtt millum londini. Og so at handilssambandið millum londini slóð øll met fyrsta árið, frá kr. 140.000 í 2020 til yvir 100 mió. í 2022. Og at Ísrael flutti seg í røðini av útflutningslondum Føroya frá at vera nr. 54 til at gerast nr. 20.

Og hvørja ferð okur lurta eftir ymisku útvarps- og sjónvarpsrásunum kunna okur gleðast um at eisini hesi frælsi, saman við frælsinum at stovna frískúlar, eru úrslit av politikki Miðfloksins!

-------------------------------------

Men nógv leikar á, og sum ongantíð áður er brúk fyri Miðflokkinum!

Hugsa bert um Norðurlandahúsið- hesin vandamikli trojanski hesturin, imperialistiska miðstøðin mitt í hjarta høvuðsstaðarins. Placeraður sum eitt fremmandalikam í kristna landi okkara við m.a. tí endamáli at ávirka føroysku sálini heilt frá barnsbeini av og miðvíst at troðka kristnu trúnna út úr samfelagnum.

At vinstravendu venda deyva oyra til ávarðingar Miðfloksins undrar kanska ikki- og tó, teir burdu fyrrenn ikki hugsa um børnini. Men at varskóróp Miðfloksins fara afturvið borðinum, eisini hjá flokkum, sum burdu sæð vandan, sum føroysk foreldur væl og virðiliga gera vart við og eru bangin fyri, tað eigur at nýta fæst hjá mongum. Eisini teir svíkja, hóast enntá vælútbúnir hampamenn og kvinnur mannað hesar. Hinvegin kann man siga, at avdúkandi er, hóast alt, at síggja hesar báðar flokkar í øðrum búna enn dularbúna. Tað hava bæði vit í politiska heiminum, men ikki minst veljarar teirra, uppiborið.

Jú, dagsins stríð er móti tí sníkjandi, tí, sum roynt verður at fjala- lat meg her eisini nevna sokallaða ”kynsskifti”, sum føroysk børn og ung verða send av landinum, fyri almennar pengar, at fáa gjørt.

Eg fari at enda við sokallaða skattalættanum, sum, eins og arbeiðsmarknaðar-sáttmálarnir hjá Rutt, als ikki er ein lætti fyri tey, sum tørva lætta. Talan er hinvegin um eina kamufleraða breiðkan av fíggjarligu gjónni millum tey lág- og miðløntu- og nýggja yvirklassan. Og verri er, at fyri at fáa hendan ikkiskattalættan fíggjaðan, sita fíggjarnevndin og trivnaðarnevndin við ómenniskjaligum og asosialum lógaruppskotum um m.a. broytingar í heilivágstuðli, skúlabarnaflutningi og familjuískoyti. Somu samgongufólk sum standa aftanfyri hesi uppskot, siga gravalvorlig, at ein føroysk miðalløn liggur um 6.- 700.000. Tað vísir best, at tey als onki samband hava við vanliga føroyingin. Og alt hetta hendir, meðan tey royna at fortreingja vitanina um tey fyrstu 140 starvsfólkini í alivinnuni, sum til jóla missa arbeiðið vegna asosiala og vinnuøvundandi politik teirra.

Miðflokkurin má sleppa innaftur á politiska pallin! Inn við einum politikki, sum verjir tey á niðastu rókum samfelagsins, sum verjir kristnu virðini, sum virðir dugnaligu vinnulívsfólk okkara, sum bjóðar øllum vælkomnum til lívið, sum tryggjar fólki rættin til sjálvi at stýra teirra lívi- sum verjir vælferðarsamfelag okkara á klettfasta kristna støðinum.

Hóast stóra framgongd á farna vali, so náddu vit tíverri ikki triðja manninum. Lat okkum biðja eftir, at Føroyingar til eitt komandi val hugsa øðrvísi. Og kom tú aktivt við í skarði at verja Føroyar!

Ger vart við teg í kjakinum!

Bið fyri Føðilandinum! Bið fyri Ísrael!

Bið um frið- og at Jesus verður meira sjónligur í bæði heimliga og alheimspolitikkinum!

Takk fyri øll somul, at tit komu her í dag!

Takk fyri tykkara stuðul til Miðflokkin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder