Løgtingsins umboðsmaður gav hin 4. desember 2023 Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu.
Í hesum sambandi heitti løgmansstjórin á Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, um at koma við einari frágreiðing um málið. Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan tann 21. desember.
Frágreiðingin er nú viðgjørd, og Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, eftir løgfrøðiligari ráðgeving, givið Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum ætlanarskriv um tænastumannakanning.
Sambært ætlanarskrivinum metir Løgmansskrivstovan, at tað er grundaður varhugi um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið sambært § 9 í tænastumannalógini.
Løgmaður fer tí at heita á Sorinskrivaran um at tilnevna rannsóknarleiðara, sbr. tænastumannalógini § 17, stk. 2. Eisini er ætlanin at heita á rannsóknarleiðaran um at gera eitt tilmæli sbr. tænastumannalógini § 18, stk. 6.
Turid Arge verður frítikin fyri tænastu frá dags dato og so leingi agamálið gongur.
Løgmaður hevur tikið avgerð um, at frá 1. januar 2024 verður Bjørgfríð Ludvig fyrbilssett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Bjørgfríð Ludvig hevur drúgvar leiðsluroyndir, og hevur áður verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016) og seinast kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (2016-2023).
Fram til 1. januar 2024 røkir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum fyribils starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald