Ítróttur

Fótbólturin tríggjar heiðrar

Fótbólturin fekk tríggjar heiðurslønir – ársins ítróttaeldsál, ársins ítróttavenjari og Heiðursskjal Poul E. Petersen – á ítróttafagnaðinum 2024, sum ÍSF skipaði fyri í Løkshøll leygarkvøldið

Niclas á Líðarenda, ið fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen, saman við ÍSF forsetanum, Elin Heðinsdóttir Joensen - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Niclas á Líðarenda, ið fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen, saman við ÍSF forsetanum, Elin Heðinsdóttir Joensen - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2025-02-02 09:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Løkshøll í Runavík var leygarkvøldið karmur um ítróttafagnaðin 2024. Tað er Ítróttasamband Føroya, ÍSF, ið skipar fyri tiltakinum, har í alt sjey stórir ítróttaheiðrar verða latnir.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum, ítróttafeløgunum og í teimum ymisku ítróttasambondunum.

Virðislønir verða latnar fyri ársins ítróttafelagsskap, ársins ítróttavenjara, ársins ítróttastjørnuskot, ársins ítróttanavn, ársins ítróttaeldsál og ársins ítróttasólstrálu, umframt at Heiðursskjal Poul E. Petersen verður handað. Og hesaferð vann fótbólturin ikki færri enn tríggjar heiðrar.

Hildigarð Eliasen úr ÍF varð kosin ítróttaeldsál, Jóhan Petur Poulsen, ið er høvuðsvenjari hjá Víkingi, vann heiðurin sum ársins ítróttavenjari 2024, meðan Niclas á Líðarenda fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Ársins ítróttastjørnuskot bleiv svimjarin, Líggjas Joensen, ársins ítróttafelagsskapur gjørdist Flogbóltsfelagið TERNAN av Toftum, ársins ítróttanavn bleiv kvinnulandsliðið í hondbólti, og heiðurin sum ársins ítróttasólstrála fór til Leu Sundberg Eliasen úr Fimleikafelagnum Ljósinum.

Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðurslønunum, og blíðan byr framyvir.

Hildigarð Eliasen úr ÍF er ársins ítróttaeldsál 2024 – Mynd: Sverri Egholm / portal.fo
Jóhan Petur Poulsen, ársins ítróttavenjari 2024 – Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder