Annað

Fosturfamiljudagurin 2025

Leygardagin 3. mai verður fosturfamiljudagurin í Bylgjuni í Runavík.

2025-04-14 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tiltakið er ókeypis, og vit vóna at síggja nógvar fosturfamiljur til ein stuttligan og hugnaligan dag.

Í Bylgjuni eru framúr góðir møguleikar at stuttleika sær bæði hjá børnum og vaksnum. Har er møguleiki at spæla fótbólt, badminton, innandura trampolin, skúm at hoppa í og mangt annað. Eisini er møguleiki at fara túr runt vatnið ella bara taka sær av løttum saman við øllum hinum familjunum og spæla borðspøl.

Fosturforeldrafelagið bjóðar góðan mat og eisini verðu bingo, har borgarstjórin í Runavíkar Kommunu rópar upp tølini, og har høvuðsvinningarnir er gávukort á 2.000 kr frá Atlantic Airways og 1.500 kr frá Smyril Line.

Skráin fyri dagin er henda:

Kl. 12.00: Ábit

Kl. 14.30: Bingo, har øll eru vinnarar

Kl. 16.30: Pizza

Tit kunnu melda til við at senda teldupost á [email protected]

Seinasta freist at melda til er mikudagin 30. apríl

Viðmerkið: Hvussu nógv vaksin luttaka, og hvussu nógv børn eru við og aldurin á teimum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder