Politikkur

Føroyskir fangar ongan góðan.

Politiski myndugleikin í Føroyum kann ikki svara uppá, hvussu umstøðurnar eru hjá føroyskum fangum.

2023-03-29 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


FØROYSKIR FANGAR ONGAN GÓÐAN

Politiski myndugleikin í Føroyum kann ikki svara uppá, hvussu umstøðurnar eru hjá føroyskum fangum.

 

“Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.”


Hetta er svarið frá føroyska løgmálaráðnum, tá spurt verður um viðurskiftini hjá føroyskum fangum.

 

ONGA ÁBYRGD – ONKI SVAR

Kriminalforsorgin í Føroyum, sum er donsk, hevur ábyrgdina av fangunum, tá teir eru í Føroyum, men tað er ringt at lesa seg fram til, hvør hevur ábyrgdina av teimum, tá teir eru komnir í danskt fongsul ella arresthús at sita. Tá verður støðan meira gruggut og ógjøgnumskygd. Tað er uppaftur torførari at síggja, hvør hevur eftirlit við, at hesir føroyingar, sum eru frælsistiknir, verða væl viðfarnir.


Til spurningin um nakað skipað samband er millum føroyskar og danskar myndugleikar um hesar føroysku fangarnar í Danmark, er svarið:

 

“Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.”


Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm, og í summum førum verða teir enntá sendir niður uttan dóm fyri at sita varðhaldsfongslaðir, meðan teir bíða eftir, at mál teirra kemur fyri í rættinum.


Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet. Til spurningin um, hví so er, svarar politiski myndugleikin í Føroyum:

 

“Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.”


Á heysti í 2021 var frammi í miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum vit sjálvi varða av. Spurdur um, hvørt nakað skipað samband er millum føroyskar og danskar myndugleikar um føroyskar fangar, svarar landsstýrismaðurin:

 

“Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.”


Einasta føroyski landsstýrismaðurin veit at siga, er at ein føroyskur prestur er settur, sum ferðast til Danmarkar fimm ferðir um árið at vitja føroyskar fangar. Eisini er ein samstarvsavtala millum Almannaverkið, Megna Títt Lív og Direktoratið fyri kriminalforsorgina í kongaríkinum klár til endaliga góðkenning, sum skal tryggja at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð í donskum fongslum.




Vinarliga / Kind regards


Liljan Weihe

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder