Politikkur

Føroyska veitaravinnan skal vera fremst í Norðuratlantshavi

Stórir vakstrarmøguleikar eru at finna innan føroysku veitaravinnu innan maritima økið.

2022-04-29 17:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er niðurstøðan hjá einum arbeiðsbólki undir Vakstrarforum, sum í morgun legði fram frágreiðing um vakstrarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum.

Esther Dahl, sum er forkvinna í arbeiðsbólkinum, legði tilmælini hjá bólkinum fram.

Frágreiðingin inniheldur millum annað eina áheitan um at seta á stovn Export Faroe Islands, ið skal fremja hugburð og málrættað arbeiðið í mun til føroyskan útflutning. Eisini leggur frágreiðingin stóran dent á útbúgvingartørvin innan veitaravinnurnar og hvussu vinnan kann laga seg til og vera við til at fremja eitt grønt orkuskifti í Føroyum.

- Vit liggja mitt í Norðuratlantshavinum og tí hevur Vakstrarforum valt at eyðmerkja maritimar veitaravinnur sum burðardygt vakstrarøki. Skal alivinnan og fiskivinnan vaksa burðardygt, so krevur hetta eisini skilagóðar loysnir á sera nógvum økjum, og her fær veitarvinnan ein lyklaleiklut, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Les alla frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder