
Bjarti G. Olsen vitjar Norðurlandahúsið fyri at tosa um tey tvey árini, hann var hermaður á hermótinum. Við støði í egnum royndum sum gonguhermaður gevur hann eitt rátt og ærligt innlit í veruleikan í kríggi: um harðskapin, skotvápnini, dronurnar, bíðitíðina – og vinalagið.
Bjarti vísir á ósannindi og sannroyndir og gevur innlit í, hvussu hann ímyndar sær framtíðina í Ukraina. Hetta er ein viðkomandi fyrilestur í einum heimi í broyting, og einum Evropa, sum enn er merkt av kríggi.
Fyrilesturin er ikki hóskandi fyri børn undir 16 ár.
Um Bjarta G. Olsen
Bjarti, sum hevur skrivað donsku bókina SOLDAT, hevur verið hermaður í donsku lívverjuni og tvey ár í Ukraina. Nú er hann komin aftur til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald