Politikkur

Føroyingar ynskja styttri arbeiðsviku

Vikuskiftið 19. november spurdi spyr.fo 500 føroyingar um teirra hugsan um hugskotið at stytta arbeiðsvikuna. Av teimum spurdu vóru 47% kvinnur og 53% menn og 71% av teimum spurdu eru limir í fakfelag. Mynd 1 vísir, at tey spurdu eisini eru javnt býtt millum aldursbólkarnar.

2022-11-26 08:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

[object Object]

Tey spurdu eru úr øllum landinum.

23% er úr Eysturoynni,
12% úr Norðoyggjum,
11% úr Norðurstreymoy og Vágum,

12% úr Sandoy og Suðuroy,

42% eru úr Tórshavnar kommunu.

[object Object]

Mynd 2 vísir, at í øllum aldursbólkum millum tey spurdu, er ein meiriluti, ið ynskir at arbeiðsvikan verður stytt. Myndin vísir eisini, at tað eru serliga kvinnurnar, ið ynskja eina stytta arbeiðsviku. Hyggja vit eftir aldursbólkinum 45-59 ár hjá monnum, er tó meira javnt; her er bert ein lítil meiriluti, ið ynskir styttri arbeiðsviku.

[object Object]

Verður hugt kring landið sæst eisini, at í øllum økjum er eisini ein meiriluti, ið ynskir at stytta arbeiðsvikuna. Hetta sæst í mynd 3. Í Tórshavnar kommunu er meirilutin størstur, meðan meirilutin er minstur í Norðoyggjum. Orsøkin til hetta kann hugast at vera, at í Tórshavn virkar ein stórur lutur av arbeiðsfjøldini innan almenna geiran, meðan hesin luturin er minni í Norðoyggjum.

[object Object]

Í mynd 4 síggja vit, at av teimum sum ynskja, at arbeiðsvikan verður stytt, ynskja 44%, at arbeiðsvikan verður 37 tímar, 38% ynskja at arbeiðsvikan verður 35 tímar, meðan tey seinastu 18% ynskja, at arbeiðsvikan verður stytt heilt niður í 32 tímar.

Greiningin “37 tíma arbeiðsvika – Fyrimunir og vansar”, sum fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum gjørdu í oktobur 2021 hevur elvt til kjak um longdina á arbeiðsvikuni í Føroyum. Ein partur av hesum kjakinum hevur snúð sum, hvørt ein møgulig stytting av arbeiðsvikuni skal fremjast við lóg ella um partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu taka sær av at loysa málið. Úrslitið av hesum spurninginum sæst í mynd 5.

[object Object]

Ein greiður meiriluti av teimum spurdu meta, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg og serliga kvinnurnar eru sannførdar um hendan spurning, tí tað sæst, at ein meiriluti av monnunum ikki hava svarað hesum spurningi.

Ynski um líkarætt millum arbeiðsgevaragjald og fakfelagsgjald

Sum áður nevnt eru 71% av teimum spurdu limur í fakfelag. Sum støðan er í dag er ikki samsvar millum arbeiðsgevaragjaldið hjá arbeiðsgevarum og fakfelagsgjaldinum hjá løntakarum, tá tað ræður um skattligan frádrátt. Av teimum spurdu høvdu 80% eina meining um hendan spurning. Av hesum halda 79%, at skattligur líkarættur skal verða millum arbeiðsgevaragjald og fakfelagsgjald. Við øðrum orðum halda hesi 79%-ini, at lønmóttakarin, eins og arbeiðsgevarin skal kunna draga sítt gjald frá í skatti.

Niðurstøða

Greiningin “37 tíma arbeiðsvika – Fyrimunir og vansar” viðgerð gjølla málið um, hvørt arbeiðsvikan skal styttast. Minnast skal á, at greiningin einans viðgerð almenna geiran. Niðurstøðan er sum vera mann, at bæði fyrimunir og vansar eru við at stytta arbeiðsvikuna. Tó kann kann sigast, at vansin møguliga heldur skal kallast ein avbjóðing, tí avbjóðingin snýr seg um kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna. Og hvørt hetta skal gerast ella ikki, má sigast at vera ein raðfesting, tí sambært altjóða gransking, er eisini ein røð av fyrimunum við at stytta arbeiðsvikuna.

Verður arbeiðsvikan innan almenna geiran stytt, verður kostnaðurin mettur at vera 104,4 milliónir krónur. Hesin kostnaður stavar frá øktari løn til fólk, sum eru í parttíðarstørvum, og tørvinum at seta fleiri fólk í starv. Fyrimunirnir eru greiðir hóast trupult er at seta upphædd á einstøku fyrimunirnar. Gransking vísir, at ágóðarnir av at stytta arbeiðsvikuna millum annað eru minni strongd, færri sjúkradagar, økt livigóðska og betri familjulív.

Ført verður ofta fram, at av tí at lutfallið minkar millum okkara eldru og okkara íbúgvar, sum eru í arbeiðsførum aldri, økist tørvurin á starvsfólki innan eitt nú røkt, heilsu- og almannauverk. Innan hesi øki eru serliga kvinnur í starvi. Verður arbeiðsvikan stytt økist lønarbrøkurin hjá teimum, ið starvast innan hesi øki. Tað gerst tí meira áhugavert at starvast innan økið og spurningurin er tí, um ein stytting av arbeiðsvikuni ikki vildi togað starvsfólk til hesar yrkabólkar og harvið loyst part av arbeiðstørvinum.

Sum heild er arbeiðsvikan longri í Føroyum enn í londunum kring okkum. Verður arbeiðsvikan stytt gerast starvsviðurskiftini meira kappingarfør og føroyski arbeiðsmarknaðurin vildi soleiðis eisini, í størri mun, togað útlendska arbeiðsmegi til sín, og tað hevði verið ein fyrimunur í hesum tíðum, nú vit vanta arbeiðsmegi.

Niðurstøðan á kanningini sum spyr.fo gjørdi fyri Fakfelagssamstarvið er greið. Ein meiriluti av teimu spurdu ynskja styttri arbeiðsviku og tey flestu ynskja, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 ella 35 tímar.

Fakfelagssamstarvið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder