Mentan

Føroyingar royndu seg í Íslandi

Í 1870unum vóru sluppir javnan at síggja i Havn. Kanska er tað “Fox”, sum liggur fyri Tinganesi. Hitt skipið er “Fregatten Jylland”, sum vitjaði við kongi í 1874.

2023-12-06 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrstu árini eftir, at Føroyar fingu fríhandil í 1856, fóru menn og feløg at keypa skip til fiskiskap undir Føroyum. Skjótt fóru teir eisini út um tann føroyska landgrunnin at royna. Í 1860unum vórðu nakrar royndir gjørdar undir Íslandi.

Fransmenn og bretar fiskaðu úti á íslendsku bankunum, men tað gjørdu føroyingar ikki. Føroyar og Ísland vóru í sama ríki. Sum teknar danakongs høvdu føroyingar somu rættindi við Ísland sum íslendingar sjálvir.

Í 1866 fór Jóannes Joensen av Trøllanesi við skonnart síni “Caprice” til Islands við snøri og línu, men har var so nógvur ísur, at teir ongantíð fingu samband við land. Árini eftir vóru ymsar royndir gjørdar, sum eydnaðust betri og verri.

1872 verður roknað sum árið, tá íslandsfiskiskapurin rættiliga tók seg upp. Tá gjørdi nýkeypta sluppin “Fox” úr Havn ein góðan túr við bátum á Seyðisfirði og kom heim við fullari last, sum varð seld í Grimsby.

Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder