2024-01-27 07:53
Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum hevur Reyði Krossur Føroya savnað 250.000 kr. til endamálið. Sum avvarandi landsstýrismaður fyri neyðhjálp hevur Bjarni K. Petersen gjørt av, at Føroya landsstýrið letur somu upphædd, soleiðis at føroyski stuðulin til Grindavíkar tilsamans er hálv millión kr.
Hetta er ikki fyrstu ferð at hjálp kemur úr Føroyum til Íslands. Londini hava bæði í mong ár havt til siðvenju at hjálpa hvørjum øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald