Ítróttur

Føroyar vunnu 32-31 á Niðurlondum

Føroyar eru nú fremst í bólki F

2025-03-16 15:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku mennirnir hava í skrivandi stund fingið eitt sera gott úrslit í Niðurlondum.

Føroyar vunnu dystin 32-31 eftir hálvleiksstøðuna 15-15. Tað var annars Niðurlond, sum høvdu møguleikan at javna í seinastu sekundunum. Teir komu ikki til skot, og so kundu føroysku spælarnir fegnast um at hava vunnið á liðnum, sum á pappírinum er besta liðið í bólki F. Eitt stað millum 700-1000 føroyingar eru farnir til Amsterdam til dystin.

Elias Ellefsen á Skiøgagøtu fekk 8 mál.

Óli Mittún fekk 6 mál.

Allan Norðberg, Hákun West av Teigum og Ísak Vedelsbø fingu 5 mál hvør.

Teis Horn Rasmussen fekk 2 mál.

Tróndur Mikkelsen fekk 1 mál.

Pauli Jacobsen bleiv valdur til besta føroyska spælara á vøllinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder