Politikkur

Føroyar, tað landið í heiminum við størstu íløgum í undirstøðukervið

Í 2019 vóru íløgur í undirstøðukervi í Føroyum 5,7% av BTÚ. Verður hetta tal samanborið við hagtøl hjá OECD, eru Føroyar tað landið í heiminum, sum ger størstu íløgurnar í undirstøðukervi

2023-03-24 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsbankin skrivar:

Mynd 1 samanber samlaðu íløgurnar í undirstøðukervi hjá almennari fyrisiting og tænastu tvørturum lond sum prosentpartur av BTÚ. Hóast hendan uppgerð vanliga ikki fevnir um almenn partafeløg, er skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar roknað uppí samlaðu íløgurnar, tí landskassin veðheldur fyri hesa skuldina. Í 2019 vóru íløgur í undirstøðukervi í Føroyum 5,7% av BTÚ. Verður hetta tal samanborið við hagtøl hjá OECD, eru Føroyar tað landið í heiminum, sum ger størstu íløgurnar í undirstøðukervi; okkum næst er Kina á 5,6% og síðani Hvítarussland á 2,4%. Verður sammett við norðanlondini, er Noreg næst okkum áljóðandi 1,6% av BTÚ í 2019.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder