2024-12-17 10:56
HSF:
Á EHF-kongressini, sum var í Wien í vikuskiftinum, skrivaði Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF vegna HSF. Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.
Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøvini í Rinck-sáttmálanum. Talan er sostatt um venjingarútbúgving, sum eisini er góðkend í øðrum londum, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan og somuleiðis er krav til venjarar, sum luttaka í europeisku kappingunum.
Av teimum 50 londunum í EHF eru Føroyar land nr. 43, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald